Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fylla livandi fisk í kørini til Sjómannadagin

Helgi Abrahamsen

Í hesum døgum verða nógvar fyrireikingar gjørdar til Sjómannadagin. Millum annað er ætlanin, at livandi fiskar skulu vera at síggja í kørum úti í Klaksvík við Stórukai. Men tað er ikki sum at siga tað at fáa fiskin at liva, eftir at hann er drigin upp úr sjónum. Trýstið minkar og tí er neyðugt er at draga spakuliga, og helst skal fiskurin ikki vera fingin á ov djúpum vatni.

Fleiri hava longu ”avreitt” í kørini og seinnapartin vóru vit framvið, tá Kallanes var við sínum íkasti. Ein partur av fonginum hevði tá framvegis ikki lagað seg til broyttu umstøðunum, so bæði børn og vaksin strýddust við at fáa fiskarnar at venda rætt.

Í kørunum eru longu nógv sløg av fiski, sum síggja út til at trívast væl, og fleiri koma seinni.