Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra feløg royna eftir Levi

Jákup Ósá

Levi Hanssen hevur fýra felag, sum royna at fáa hann í sín hóp.

Levi Hanssen hevur í fleiri ár verið ein av profilunum í føroyskum fótbólti. Kanska hevur hann ikki altíð fingið yvirskriftirnar, ið hansara avrik møguliga hava havt uppiborið. Serliga hevur hann dygdina at kunna spæla i nógvum ymiskum plássum. Men 10 mál í 30 dystum í ár prógva, at hann hevur ikki havt nakað vánaligt ár.

Levi Hanssen er uttan sáttmála eftir hetta kappingarárið, og hann sigur við Norðlýsið, at hesar komandi vikurnar fara at vísa, hvar hann spælir komandi ár. Samráðingar eru við EB/Streym, men hann vil ikki avvísa øðrum møguleikum.

– Eg havi í løtuni samráðingar við EB/Streym. So tað er eins góður møguleiki at eg spæli við EB/Streymi sum við nøkrum øðrum felagi. Men trý onnur feløg hava eisini vísa áhuga, so tað eru fleiri viðurskiftir, ið eg skal taka støðu til. Eg eri opin fyri øllum. Tað sum telir, tá ein skal velja eitt felag út, er m.a. tað ítróttarliga so sum venjari, hópur og hvønn leiklut ein sjálvur fær. Og so koma familju viðurskiftir og tað fíggjarliga afturat, sigur Levi Hanssen við Norðlýsið.

Levi Hanssen, ið hevur spælt tríggjar A-landsdystir fyri Føroyar, er lesandi í Onglandi, men verður liðugur í mars 2014. Tí verður hann tøkur nærum alt kappingarárið næsta ár.

Levi Hanssen er uppvaksin í B36, har hann spældi síni fyrstu ár í bestu deildini. Men síðani hevur hann spælt við Skála, HB og mest við EB/Streymi. Tað er neyvan óhugsandi, at fleiri av hesum feløgunum liggja framvið, nú Levi, sum býr í Tórshavn, skal til at gera sáttmála fyri 2014.