Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra fólk bjóða seg fram til løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin

Tíðindaskriv

Talan er um trý nøvn fyri Havnar Framburðsfelag og eitt fyri Huxa.

Fyri Havnar Framburðsfelag er talan um tvey roynd fólk og ein, ið bjóðar seg fram fyri fyrstu ferð.

Tey eru Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum,Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin og Sólvit E. Nolsø, formaður í Havnar Framburðsfelag.

Valevnið fyri Huxa, ið er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, er eisini ein royndur politikkari. Talan er um Hanus Samró, ið aftur bjóðar seg fram sum valevni fyri Huxa.