Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra KÍ leikarar á U19 gentulandsliðnum

Jákup Ósá

Fsf.fo skrivar: Í døgunum 13. til 21. september fer føroyska U19-landsliðið við gentum at taka lut í EM-undankapping í Finnlandi.

Umframt Føroyar og Finnland, vera Ísland og Kasakstan eisini við í kappingini. Allir dystirnir verða spældir á Eerikkila Areena í finska høvuðsstaðnum, Helsinki.

Tær 18, ið landsliðsvenjararnir, John Petersen og Ingun Hansen hava úttikið, eru hesar:

Anna S. Hansen, EBS/Skála
Annika Dam, HB
Sólrun Thomsen, HB
Elisabet Vang, B36
Durita Hummeland, EBS/Skála
Hjørdis Rasmusdóttir, ÍF/Víkingur
Gudny Johannessen, KÍ
Durita Mikkelsen, EBS/Skála
Birita Nielsen, B68
Tóra Mohr, KÍ
Amanda Johannessen, KÍ
Jónvá Hentze, HB
Lea Hansen, HB
Randi Fagradal, EBS/Skála
Ása á Reynatúgvu, HB
Evy á Lakjuni, KÍ
Sarita Mittfoss, B36
Silja Róin, B36

Skráin
15. september: Føroyar – Ísland, kl. 19:00
17. september: Finnland – Føroyar, kl. 18:00
20. september: Kasakstan – Føroyar, kl. 15:00

Dystartíðirnar er finsk tíð.