Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fýra klaksvíkingar í semifinaluni

Jóhann Lützen

Tað verður ein klaksvíkingur sum vinnur ársins Haldor Holm Cup

 

Av teimum 16 leikarunum eru nú fýra eftir og allir koma úr Klaksvíkar Billardfelag. Urbanus Knud Olsen, Ólavur Kjølbro, Kristian Suni Høgnisen og Sonhard Johannsen skulu leika semifinalu. 

Semifinalurnar verða leiktar soleiðis: Sonhard Johannsen móti Kristian Suna Høgnesen og Urbanus Knud Olsen móti Ólavur Kjølbro. Leikt verður best av sjey settum og hvørt settið er upp í 100 eygu.