Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra kvinnur stilla upp á Sambandslistanum í Suðurstreymi

John William Joensen

Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymi, hevði sín triðja og seinasta uppstillingarfund til Løgtingsvalið mikukvøldið.

Føroya Væl fegnast um, at hugaligt hevur verið at arbeiða við listanum, tí áhugin hevur verið stórur. Av teimum tólv valevnunum, sum floksleiðslan bað um, eru fýra kvinnur.

Tey tólv valevnini eru:
Annfinn Brekkstein
Kitty May Ellefsen
Hans Albert Hansen
Maj-Britt Jacobsen
Kaj Leo Johannesen
Magni Laksafoss
Høgni Mikkelsen
Jóna Mortensen
Ingvør Nolsøe
Reidar Nónfjall
Georg L. Petersen
Bjarti Thomsen

Føroya Væl heldur hetta er ein sterkur listi, við fólki sum fevna vítt og breitt við sínum kvalifikatiónum og ymiskleika í áhugamálum. Meðalaldurin er bert 44 ár.

Vegna Føroya Væl
Bjarti Thomsen, formaður