KÍ boðar í kvøld frá, at fýra leikarar afturat hava gjørt sáttmála við felagið fyri 2015.
KÍ boðar í kvøld frá, at fýraleikarar afturat hava gjørt sáttmála við felagið fyri 2015.
Teir fýra lokalu leikararnir eruhesir:
Ísak Simonsen
21 ára gamli Ísak Simonsen hevurverið partur av besta hópinum hjá KÍ síðani 2010. Ísak kannrøkja fleiri pláss. Í 2014 er hann kanska best mintur fyri nakrarsera góðar dystir í miðverjuni hjá KÍ. Ísak hevur spælt 61dystir í Effodeildini. Ísak hevur áður spælt á U17 landsliðnum.
Heðin Klakstein
22 ára gamli Heðin Klakstein hevurverið partur av besta hópinum hjá KÍ síðani 2012. Heðin hevurvanliga spælt sum sentralur miðvallarleikari, men spældi nógv ákantinum í 2014. Heðin hevur spælt 61 dystir í bestu deildini ogskorað 8 mál. Hann hevur spælt á bæði U17- og U21 landsliðnum.
Gunnar Christiansen
22 ára gamli høgri bakkurin spældisín fyrsta dyst í bestu deildini seinasta umfar í 2011. Gunnarhevur spælt 39 dystir í bestu deildini og var eisini við nakrardystir í U21 landsliðshópinum í undanfarnu undankapping.
Petur Andreasen
20 ára gamli framherjin sat uttanfyrivegna skaða í 2013 og 2014. Petur hevur verið partur av bestahópinum síðani 2012. Petur hevur spælt 5 dystir í bestu deildiniog skorað 1 mál. Hann hevur spælt á bæði U17- og U19landsliðnum.




