Tað var ein sera hátíðarlig løta norðuri á Skarði, tá um 500 fólk høvdu leitað sær til avtoftaðu bygdina í samband við at eftirkomarar av fólki av Skarði avdúkaðu minnisvarðan í samband við at 100 ár eru liðin síðani skarðsbáturin fórst á Norðhavinum – Eisini fýrá mánaðar gamla Bjørg, oldurabbadøttur Karl Klettskarð var við.
Karl Klettskarð varð føddur á Skarði í 1903. Hann var sostatt um 10 ár tá báturin av Skarði gekk burtur hendan tollaksmessudag og hevur helst verið 11 ár, ella so, tá tey fluttu av Skarði.
Døttur Karl, Brynhild Poulsen var við á túrinum, og í ferðalagnum hjá henni var eisini ommudøtturin Brynhild og langomudøtturin, fýra mánaðar gamla Bjørg Nolsøe Mørk.
Vit skiftu orð við tær á túrinum, mamma Bjørg tað fýra mánaðar gomlu helt, at hevði hon vita at tað var so ringt at koma upp av lendingini og síðani niður aftur, so hevði hon kanska ikki tikið døtturna við. Men á støðni á Skarði pakkaði pápin lyftina upp, og vit sluppu at taka eina mynd av Bjørg nú bert fýra mánaðar gomul var við til hátíðarløtuna.
Lítla Bjørg sýntist at vera óávirkað av ampanum hjá mammuni. Hon svav sín søta blund – tó eitt sindur illbrýnt var hon, um tað var orsakað av at hon júst hevði klintrað niður á lendingina, ella bara orsakað av ljósinum, nú lyftin varð latin upp, tað fingu vit ikki at vita frá henni 🙂




