Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra mans fingu 41 harur ein dag í Árnafirði

Jákup Ósá

Tað lá væl fyri, tá menn vóru og skutu harur í Árnafirði hósdagin.

Tað lá væl fyri, tá menn vóru og skutu harur í hagapørtum í Árnafirði hósdagin.

Tað vóru Jákup Hansen, Marner Sivertsen, Óla Hans Hansen og Elmar Rubeksen, sum vóru farnir í Ognarhagan og tað sum verður kalla fyri Mjóvaseyðin, ið hoyrir til hagapartin í Berginum. Og væl lá fyri. Tí teir fingu ikki færri enn 41 harur hendan ella umleið 10 i part. Uppá mannin er hetta tað mesta, sum er fingið uppá ein dag í norðoyggjum í ár.

Annars eru góðar 3000 harur skotnar í Føroyum higartil i ár sambært yvirliti hjá Eyðfinni Magnussen.

Harleywoodpaint