Talan er um smábarnabókina Kitla, myndabókina Hulda fær eina nýggja teldu, lættlesubókina Tanntalvan og krimisøguna Loyndarmálið í New York.
Leslie Patricelli
Kitla
Tað er gott at hetta lítla barnið IKKI kitlast. Ókey kanska bara undir fótunum … hi, hi! Og á búkinum … pbbbbbb! Og, áh nei, ikki undir ørmunum … ha, ha! Viii-iiik! Kom í kitluveistlu við lítla barninum, mammuni og pápanum í hesu søguni, sum heilt víst eisini fer at kitla teg.
Marna Jacobsen týddi
28 bls./pappbók við klaffum
Ein fitt smábarnabók, sum leggur upp til nógvar stutttligar løtur saman
—-
Valeri Thomas og Korky Paul
Hulda fær nýggja teldu
Heksin Hulda er so glað fyri ta nýggju telduna. Tá ið hon skal ganda, trýstur hon bara á músina, so nú tveitir hon gandabókina og gandastavin í ruskílatið. Men so fer frensurin Brúsi at spæla við músina og so gongur galið. Nú má Hulda skunda sær at ganda, men tað verður ikki so lætt uttan gandabók og gandastav …
Anna Maria Reinert Jensen týddi
28 bls./heft
Ein festlig myndabók at lesa fyri børnum í aldrinum 3-6 ár.
—
Helena Bross
Tanntalvan
Hvørja ferð onkur í flokkinum missur eina tonn, verður ein lepi hongdur á tann-talvuna í flokshølinum. Elin er tann einasta í flokkinum, sum onga framtonn hevur mist enn, men tann dagin tað hendir, fær hon ein gullpenga frá foreldrunum. Áh, sum henni leingist eftir at fáa gullpengan!
Tanntalvan er ein fitt gerandissøga, har børn kenna seg aftur í, hvussu tað er at vera tann síðsti við onkrum.
Hildigunn Niclasen týddi
62 bls./innbundin
Ein góð bók til gentur og dreingir, sum júst eru farin at lesa sjálv – og sum sjálvandi eisini hóskar væl at lesa fyri børnum um skúlaaldur.
—
Bjørn Sortland
Loyndarmálið í New York
4. loyndarmálið hjá Listdetektivunum gongur fyri seg í amerikanska stórbýnum New York
David og familian eru hesa ferð farin til New York at ferðast. Viljormur gubbi bjóðar. So skjótt, tey koma til hotellið, er telefon til gubban, og stutt eftir hvørvur hann. Samstundis leggur David til merkis, at ein bandittur, sum familjan fyrr hevur verið í hóslag við, eisini býr á hotellinum. Skjótt verður støðan so hættislig og eldfim, at sjálvt ikki brandmenn ella politistar klára at temja hana.
Hjørdis Heindriksdóttir týddi
130 bls./heft
Spennandi krimilesnaður í barnahædd. Hóskar væl til gentur og dreingir 9 og eldri.




