Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra rennarar úr Treysti til innandura DM fyri ung

Guttorm Sørensen

Í vikuskiftinum hevur Treysti fýra rennarar við til innandura DM fyri ung, sum aftur hesuferð er í Sparbank Arena í Skive. Tey fara avstað í dag og verður aftur mánakvøldið.

Í vikuskiftinum hevur Treysti fýra rennarar við í innandura DM fyri ung, sum aftur hesuferð er í Sparbank Arena í Skive. Ferðalagið fer avstað í morgin og verður aftur mánakvøldið.

Tey sum fara avstað hesuferð eru Rebekka Fuglø, Marnar Djurhuus, Einar Gregersen og Gunnar Sivertsen. 

Rebekka fer at renna 800m og 1.500m, meðan dreingirnir fara allir at renna 1.500m og 3.000m. 

 
Marnar og Rebekka hava luttikið nakrar ferðir í innandura DM fyri ung

Ímeðan Rebekka Fuglø og Marnar Djurhuus hava luttikið í DM fyri ung nakrar ferðir, so er hetta fyrstu ferð at Einar Gregersen og Gunnar Sivertsen luttaka. 

Marnar og Einar renna í bólkinum 18-19 ár, og har er sera hørð kapping. Marnar, sum í fjør vann gull í bólkinum 16-17 ár á bæði 1.500m og 3.000m, er nú fluttur ein bólk upp, og skal tað gangast væl hjá honumi, um hann skal vinna nakað heiðursmerki. 

 
Einar Gregersen fer at renna 1.500m og 3.000

Hetta verður fyrstu ferð, at Gunnar fer at renna 3.000m og fyrstu ferð hann skal renna 1.500m innandura, so tað verður spennandi hjá honum. Hann hevur staðið seg væl í teimum seinastu vetrarkappingunum og hava venjingarnar hjá honum gingist væl í seinastuni. Gunnar, sum er yngri árgangur í bólkinum 14-15 ár, er fyrst og fremst við fyri at læra. 


Gunnar Sivertsen skal renna 1.500m og 3.000m fyri fyrstu ferð

Hjá Rebekku verður fyrst og fremst talan um at vísa stabilitet undan Oyggjaleikunum í summar. Hennara bólkur 20-22 ár er sera tunnur. Í 800m eru tær bert tvær, og í 1.500m er hon einsamøll, men tá skal hon renna saman við gentunum 18-19 ár, og har eru nakrar rættiliga góðar gentur við. Málið hjá Rebekku verður at betra sínu persónligu innanduramet. Tey eru 2.20,62 á 800m og 4.43,28 á 1.500m.

Skráin hjá teimum er henda:

Leygardagin 9. mars:
kl. 13.30 Gunnar 3.000m (dreingir 14-15 ár)
kl. 14.30 Marnar og Einar 3.000m (dreingir 18-19 ár)
kl. 18.40 Rebekka 800m (gentur 20-22 ár)

Sunnudagin 10. mars:
kl. 14.45 Gunnar 1.500m (dreingir 14-15 ár)
kl. 15.45 Rebekka 1.500m (gentur 20-22 ár)
Kl. 15.55 Marnar og Einar 1.500m (dreingir 18-19 ár)


Venjarin, Guttorm Sørensen, verður eisini við á ferðini

Tey umboða øll Vejle IF í kappingini. Afturat hesum rennarunum úr Treysti, so hevur Bragdið seks rennarar við eisini. Tey umboða Hvidovre og Aalborg.

Leinkja til kappingina er her