Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra rennarar úr Treysti við til DMU

John William Joensen

Um vikuskiftið verður DM fyri ung hildið á Hvidovre Stadion. Treysti hevur á hvørjum ári síðani 2008 havt luttakarar við til DMU. Í løtuni eru fýra rennarar staddir í Hvidovre, har tey eru tilreiðar, at renna 1.500m leygardagin og 800m sunnudagin.

Teir fýra rennararnir eru Rebekka Fuglø, sum áður hevur vunnið fleiri DMU-heiðursmerkir, Gunnar Sivertsen, sum hevur luttikið nakrar ferðir til DMU, Julian Gregersen, sum luttekur fyri fyrstu ferð í DMU og Oddvør Josephsen, sum luttók í DMU innandura í vár.

Rebekka (’93) luttekur í bólkinum 20-22 ár, Gunnar (’99) og Julian (’98) í bólkinum 16-17 ár og Oddvør (’01) í bólkinum 14-15 ár.

Leygardagin renna tey 1.500m hesar føroysku tíðir:
kl. 12.10 Julian og Gunnar (16 dreingir)
kl. 12.30 Oddvør (18 gentur)
kl. 12.50 Rebekka (3 gentur 20-22 + 8 gentur 18-19)

og sunnudagin renna tey 800m hesar føroysku tíðir:
kl. 9.05 Oddvør (21 gentur í 3 riðlum)
kl. 9.30 Rebekka (2 gentur 20-22 + 8 gentur 18-19)
kl. 9.50 Julian og Gunnar (17 dreingir í 2 riðlum)

Tey fýra hava øll, saman við øðrum úr Treysti vant dúgliga alt summar, og hava m.a. tvær ferðir um vikuna koyrt út til breytina á Svangaskarð at venja. Tey hava øll sett sær sum mál, at seta persónligt met í minst aðrari kappingini.

Umframt rennararnar úr Treysti, so hevur Hvirlan úr Havn seks íðkarar við í kappingini eisini.

Á heimasíðuni hjá Hvirdovre Atletik, sum er her: DMU 2015 á Hvidovre Stadion, ber til at kunna seg nærri um kappingina og síggja úrslit.