Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra svanir á Borðoyarvík

Oliver Joensen

Og hetta er ikki ein aprílsøga. Um tú fert ein gongutúr niðan á Flesjar, sært tú helst hesar fýra svanirnar, sum Jens Kjeld Jensen sigur eru á veg úr Írlandi til Íslands.

Vakrir eru teir at síggja til. Karl Heri Joensen boðaði okkum frá at svanirnir vóru  við Flesjar á Borðoyarvík, og hóast vit hildu at tað var ein aprílsøga, so fóru vit við myndatólinum.
Tá vit síðan ringdu til Jens Kjeld Jensen. fuglafrøðing, segði hann okkum, at tað undraði hann ikki, tí í gjár vóru 11 svanir sæddir á Gøtuvík, og tá hetta er trekktíðin hjá svanunum úr Írlandi til ìslands og vit hava havt illveður av útsynningi, so hvíla teir seg her eina løtu áðrenn teir fara víðari.