Við avgerðini at vraka landsliðsmálverjan Jákup Mikkelsen hevur fyribilssetti landsliðsvenjarin tikið eina avgerð sum beinleiðis ávirkar komandi landsliðsvenjara
Ein kann av røttum spyrja um nøkur leiðsla er í fótbóltssambandinum nú ein fyribilssettur landsliðsvenjari av sínum eintingum tekur týðandi avgerðir, sum avmarkað handlings møguleikarnar hjá einum komandi landsliðsvenjara.
Jákup Mikkelsen hevur verið eitt sera gott umboð fyri føroyskan fótbólt og ein tryggur aftasti skansi hjá Føroyska Landsliðnum.
Hansara yrkisleið sum leikari er nakað heilt serligt í føroyskari ítróttarsøgu og hæddarpunkti var tá hann sum málverji hjá Herfølge vann bestu donsku fótbóltsdeildina.
Men at endin skuldi gerast so bráður – var tað eingin – uttan fyribilssetti landsliðsvenjarin sum visti og sigast má at hetta var ein óvirðiligur endi fyri klaksvíkingin í landsliðsblusuni.
Hetta setur samstundis spurnartekin við um nøkur leiðsla er á Føroyska landsliðnum – serliga tá hugsað verður um skinklandi tilgongdina at finna nýggjan landsliðsvenjara.
ÍTRÓTTUR NORÐLÝSIÐ




