Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyri 7. ferð Kristian Suni Høgnesen

Oliver Joensen

Árliga Haldor Holm Cup kappingin í billard var um vikuskiftið í Klaksvík. 5 teir bestu spælararnir í farna kappingarári vóru við.

Kappingin gjørdist sera sera spennandi, við tað at evarska lítil munur var á trimum teimum bestu. Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag dróg tó longsta stráið og vann í sera harðari kapping við Jákup Baldvinsson og Páll Hera, úr avikavist Fuglafjarðar Billardfelag og Tvøroyrar Billardfelag.

Endaliga úrslitið var at Kristian suni vann við 2754 eygum (34,4 í miðal), Jákup bleiv nr. 2 við 2704 (33,8 í miðal) nr. 3 Páll Heri við 2580 (32,2 í miðal), nr. 4 Hallur Joensen við 2030 (25,8 í miðal), nr. 5 Jógvan Jørgensen við 1624 (20,3 í miðal).

Hallur Joensen, sum hevur vunnið kappingina 3 tey seinastu árini hevði ikki hepni við sær hesaferrð, og endaði á 4. plássi, í meðan liðfelagi hjá honum Kristian Suni Høgnesen, sum sagt vann kapingina Haldor Holm Cup fyri 7. ferð.

Liðkappingin í Billard byrjar komandi vikuskiftið.