Tað er politiskt avgjørt, at trý sjúkrahús skulu virka í Føroyum. Hetta krevur, at politikarar skipa so fyri, at hesi fáa virkað.
Størsta avbjóðingin liggur í, at vit skipa tey trý sjúkrahúsini, so grundarlag er undir øllum trimum, eisini tí í Klaksvík.
Sjúkrahús ella endurvenjingarmiðstøð
Tað er rættiliga avgerandi, at vit í Klaksvík framhaldandi hava eitt sjúkrahús. At vit ikki avmontera økir og í staðin fáa okkurt heilt annað –kanska eitt uppvenjingarstað. Vit skulu halda fast við at hava tær uppgávur og teir fasilitetir, sum hoyra til eitt sjúkrahús. Við nýggjari tøkni og tilrættalegging ber hetta væl til, um vit samskipa væl og tryggja, at akuttar innleggingar og ætlaðar innleggingar ganga saman, og virksemi er rímiligt og skilagott. Vit kunnu fáa eitt enn betri viðgerðartilboð í Føroyum, duga vit at fylgja framburðinum og fáa burtur úr.
Sjúkrahús og útjaðari
Vit hoyra aftur og aftur, at heilsuverkið snýr seg um faklig viðurskifti og ikki um landspolitikk. Men tað er ikki rætt. Heilsuverkið er sjálvandi fak, tørvur og sjúkraviðgerð. Men heilsuverk er eisini partur av landspolitikki og útjaðarapolitikki, eins og alt almannaverkið, skúlaverkið og politiverkið eru partar av heildarpolitikki fyri allar Føroyar. Tey eru landspolitiskt treytað, og løgtingslimir játta pening og gera av, hvussu virksemi skal liggja úti um landið.
Vit sammeta okkum ofta við Danmark. Har er nýskipan farin fram, og fá supersjúkrahús eru komin í staðin fyri tey mongu smærri. Afturfyri hesa dýru loysn hava danir fingið nógv verri tænastu við óhugnaligum bíðitíðum, misnøgdar borgarar og langar koyritíðir á vegunum. Til tess at bøta um skaðan eru tey farin at skipa føðiklinikkir og skaðastovur í nærumhvørvum.
Rotnar bananir
Í hesum døgum skeita danir til Noregs, har viðurskiftini eru beint øvug. Meðan útjaðarin í Danmark verður samanborin við rotnar bananir, so blómar norski útjaðarin sum kinesiski búskapurin veksur. Og tað er ikki av oljumilliónum, men av tí at norskir politikarar hava síðan seinna heimsbardaga arbeitt fyri, at fólk skulu búgva í øllum økjum í Noregi. Hanne Tanvig er danskur granskari í útjaðaraøkjum. Hon sigur, tað ber til at læra nógv av norðmonnum. Meðan danir hava latið tað detta, sum ikki orkar at standa, so hava norðmenn viljað alt Noreg og hava investerað í øll økir. Tað er ikki einans ein búskaparlig útjavning farin fram, men man hevur satsað í øllum landinum.
Sparingar og reformar
Skyldina fyri avtofting av danska útjaðaranum fáa reformar, ið skulu effektivisera og spara. Politireformur, sjúkrahúsreformur, fólkaskúlareformur o.a. minka um virksemi, so keypssamtøkan í smáu býunum at enda noyðist at stongja og fólk rýma. Brain draining er hugtak, u-londini og fjarskotnir landspartar stríðast við. Tað hendir av sær sjálvum, tá politikarar taka grundarlagið undan vísinda- og mentafólki úti í økjunum. Økini verða tømd og mergsogin við mentanarligu og vísindaligu burturveitingini , og sum ein dani tekur til í kjakinum í donsku bløðunum: “vit í útjaðaranum gerast býttari og býttari”.
Fyri fok og feigd
Skal sjúkrahúsið ikki fara fyri fok og feigd, so er neyðugt við sterkum politikarum við røttum og haldgóðum próvførslunum fyri, at sjúkrahúsverkið styrknar við trimum sjúkrahúsum. Tað er ikki nóg mikið við orðum. Tað er hinvegin alneyðugt at fylgja við gongdini, at skipa innleggingar, dýrar viðgerðir og serfrøði, so mest fæst burtur úr. T.d. eiga vit í Føroyum at fylgja serliga væl við, har serøkini broytast, har uppgávuglíðing ger, at viðgerðir leggjast á aðrar bólkar enn serlæknan sjálvan. Vit kunnu á tann hátt átaka okkum nógvar uppgávur, har serlæknar koma í styttri tíð. Vit skulu hava fokus á sjúklingin og fáa sum mest burtur úr tøkniligu framburðinum, so viðgerðir koma til sjúklingin í nærumhvørvinum umvegis framkomið samskifti sum t.d. videoviðviðtalir.
Nú stendur um føðingina
Nú stendur um føðingina verður sagt, tá avgerandi løtan er komin. Ætla vit at varðveita ekspertisuna at taka í móti børnum, so skulu vit fara undir at skipa føðideild aftur á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Og tað er púra sjálvsagt fyri mær, at Norðoyggjar hava eina føðistovu. Vit mugu sleppa undan at verða so stovnsgjørd, at kvinnur í økinum ikki kunnu eiga barn í nærumhvørvinum. Hetta skal verða undir tryggum umstøðum, og framhaldandi skal møguleiki vera at fara á Landssjúkrahúsið at eiga, ynskir man tað, ella umstøðurnar krevja tað. Tað er ikki nøktandi sum nú er, at kvinnur føða børn í bilum á veg til Havnar. Og mær vitandi er sparingin at flyta allar til Havnar so lítil, at tað er meira møði enn føði.
Heilsudepil
Vit mugu, eins og danir, læra av mistøkum. Í mun til fólkatalið er Klaksvíkar sjúkrahús bíligast í Føroyum. Kemst hetta av bíligum viðgerðum ella øðrum, so er hetta onki endamál í sær sjálvum. Sjálv ivist eg ikki í, at vit fingu upp aftur meira burtur úr, dugdu vit at skipa viðurskiftini betur.
Landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri at fremja eina heilsunýskipan.” Bulurin í Heilsunýskipanini er arbeiðið við heilsudeplum. Ætlanin við deplunum er at fáa styrkt heilsutænasturnar í nærumhvørvinum – har úti, sum fólk liva sítt lív” sigur landsstýrismaðurin á heimasíðu síni.
Í Klaksvíkar kommunu eru vit í samskifti við landsstýrismannin at kanna, hvørjar hugsanir liggja til grund og hvussu hann ætlar, hetta skal skipast í Klaksvík. Sjálv ivist eg ikki í, at tættleiki í millum starvsbólkar hevði havt fyrimun, tí læknar fingu størri fakligt umhvørvi at virka í. Og sjúklingurin hevði komið í miðdepilin í størri mun, tí viðgerðir kundu verið skilagott skipaðar innanhýsis, eins og ambulatorii, røntgen og aðrar tænastur eru í húsinum. Men at flyta kommunulæknatænastuna inn á Klaksvíkar sjúkrahús má á ongan hátt ganga út yvir sjúkrahústænastuna ella virksemi, ið frammanundan er.
Mítt ynski er, at vit samstarva um skilagóðar loysnir fyri alt heilsuverkið. Og at vit ikki gera sum danir: ”Udviklingen derude er noget, som de derude må tage sig af,” sum danski granskarin tekur til.
Óluva Klettskarð,Tjóðveldi
”f




