Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyri fyrstu ferð verða handilslig atlit tikin

John William Joensen

Pál Weihe, formaður í Fyribyrgingarráðnum, sigur við Norðlýsið at kunngerðin frá landsstýrismanninum er ein prinsipiel broyting við traditionellan føroyskan rúsdrekkapolitikk

– Føroyingar drekka munandi minni enn eitt nú danir og tað kemur ikki av ongum.

– Tá ein skal regulera hvussu nógv føroyingar drekka, so hevur ein bert tvey stýrisamboð – prísirnir og atkomiligheitin.



– Eg haldi at tað hevur ongan týdning fyri nýtsluna av rúsdrekka um loyvishavarar sleppa at skeinkja til gestirnar á trappuni, men tað at skeinkistøðini nú kunnu keypa bíligari rúsdrekka er ein prinsipiel broyting av rúsdrekkapolitikkinum, tí hetta er fyrsta ferðin at handilslig áhugamál vera tikin við í rúsdrekkapolitikk. 



Avleiðingar 

Formaðurin í fyribyrgingarráðnum sigur at ráðið er ímóti at gera tað bíligari at drekka.



– Tað at matstovur sleppa at keypa bíligari frá Rúsdrekkasøluni kemur at merkja, at antin verður tað bíligari at keypa rúsdrekka ella um útsøluprísirnir vera teir somu, so fara matstovurnar at tjena meira uppá rúsdrekka.



– Fyri mær eigur rúsdrekkapolitikkur altíð at vera heilsupolitikkur – tað handlar um fólkaheilsuna – og tí eru vit ímóti at man nú byrjar at taka handilsslig atlit við í kjakið. 



– Vilja vit at føroyingar skulu drekka eins nógv og danir, ja so er bara at lækka prísirnar og gera tað meira atkomiligt.



Kunning hjálpir ikki

Formaðurin í Rúsdrekkaráðnum, sigur at kunning hevur onga ávirkan tá tað snýr seg um rúsdrekkapolitik.



– Drekkur tú nóg mikið so gerst tú fullur og drekkur tú nógv í áravís so gerst tú sjúkur!! Hetta vit øll, og tað prógvar at kunning um vandarnar við rúsdrekka hevur onga ávirkan á nýtsluna.

– Vit hava bert tvey justeringsamboð, prísirnir og atkomuligheitin.