Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyri fyrstuferð í nærum 100 ár er tinglimur valdur, sum ikki er alment uppstillaður

John William Joensen

Tað eru 100 ár liðini síðani vit fóru at stillað listar upp til løgtingið og frá byrjan vóru tað stillararnir, sum valdu valevnini

Í mong harrans ár hava valevni verið uppstillaði á lokalum veljarafundum kring alt landið, men nú Føroyar vóru gjørdar til eitt valdømi var einki gjørt fyri at tryggja at uppstillingin til løgtingið framvegis fór at vera demokratisk.

Og tað vísti seg eisini at flokksleiðslurnar vóru ikki altíð so væl nøgdar við tað niðurstøðu, sum almennu uppstillingarfundirnir kring landið komu til.

M.a. kunnu vit nevna, at kendi útvarpsmaðurin, Elis Poulsen fekk ov fáar atkvøður á uppstillingarfundi í Sandoynni, at gerast valevni hjá flokkinum, men eftir samtalur í flokksleiðsluni hjá Tjóðveldinum varð avgørt, at skrivað Elis á listan hjá Tjóðveldinum uttan nakra demokratiska atkvøðugreiðslu.

Sama hendi við Rósu Samulesn á Sambandslistanum í Vágoynni.

Hon tapti uppstillingar atkvøðurgreiðsluna, men varð álíkavæl uppstillað eftir samtalur millum veljarafeløg og flokksleiðsluna og varð hon millum tey 33, sum hesuferð vórðu vald á ting.

Listauppstillingin byrjaði í 1906 og hetta er sostatt fyrstuferð at ein tinglimur er valdur, sum er útnevndur til valevni av einari flokksleiðslu og ikki er uppstillað eftir vanligum demokratiskum reglum.