Skipið hevur havt mong nøvn, men er bygt á Skála og fekk tá navnið Nónhamar og í dag ber tað navnið Helena. Men tað hevur havt fleiri nøvn inn í millum, millum annað Fjalshamar og Hvítiklettur.
Seinastu tíðina hevur skipið verið á Skála Skipasmiðju, og hevur har fingið upprunaliga sniðið aftur, sum óyvirdekkaður línubátur og harafturat er skrokkurin smurdur og gjøgnumgingin.
Ætlanin við skipinum er, at tað skal liggja á Klaksvík sum minni um línubátatíðina. Tað er Føroyagrunnurin, ið eigur skipið.




