Jákup Mikkelsen hevur í morgun gjørt greitt, at hann ikki longur verður málverji á føroyska A-landsliðnum, skrivar Kringvarpið í morgun
Orsøkin er, at Heðin Askham, sum er fyribils landsliðsvenjari, hevur valt Gunnar Nielsen fram um Jákup Mikkelsen at standa millum stengurnar, tá ið A-landsliðið leikar móti Íslandi.
– Sjálvandi ert tú vónbrotin, tá ið tú fært at vita, at tú ikki ert nóg góður longur og hevur verið við so leingi. Men eg skilji væl avgerðina, og eg samtykki fullkomiliga, sigur Jákup Mikkelsen við útvarpið í morgun




