Endalig úrslit fyriliggja um tvær vikur.Regluligar djóralæknakanningar á alibrúkinum hjá Bakkafrost í Fuglafirði hava givið ábendingar um, atNeoparamoeba peruranser staðfest í alibrúkinum. Hetta er einamøba, sum kann elva til táknusjúkuna AGD, ið er stytting fyri “amoebagill disease”.
Endalig úrslit fyriliggja um tvær vikur
Regluligar djóralæknakanningar á alibrúkinum hjá Bakkafrost í Fuglafirði hava givið ábendingar um, atNeoparamoeba peruranser staðfest í alibrúkinum. Hetta er einamøba, sum kann elva til táknusjúkuna AGD, ið er stytting fyri “amoebagill disease”.
Fyri at fyribyrgja møguligari smittuspjaðing er avgjørt at taka fiskin sum skjótast. Fiskurin er komin til tøku, og tøkan var longu byrjað fyrst í oktober. Harnæst verður umhugsað at viðgera fiskin við brint yvir ilt.
Bakkafrost sendir út tíðindaskriv, tá ið endaliga úrslitið fyri Fuglafjørð fyriliggur, sum antin váttar ellar avsannar ábendingina um, at Neoparamoeba perurans er í alibrúkinum.
Hóast amøban møguliga er til staðar, er trivnaðurin á fiskinum góður, og eingi sjúkueyðkenni eru at síggja.
Sum partur av fyribyrgjandi tiltøkum í føroysku alivinnuni verður regluliga kannað fyri N. perurans amøbuna. Øll úrslitini hava higartil verið negativ. Øll alibrúk hjá Bakkafrost verða nú aftur kannað fyri Neoparamoeba perurans. Hetta verður gjørt í samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
Bakkafrost og hinar alifyritøkurnar í Føroyum arbeiða saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sum vanligt um at fyribyrgja, at Føroyar verða raktar av sjúkuelvandi amøbuni, sum kann viðføra AGD. Síðani nýggja alilóggávan kom í gildi í Føroyum í 2003, hava alifeløgini og myndugleikarnir gjørt eitt stórt arbeiði við at fyribyrgja sjúku og at tryggja góðu lívfrøðiligu støðuna í Føroyum.




