Eftir tingingar í sjey ár, eru strandalondini Føroyar, ES, Norra og Ísland fyribils komin ásamt um ein býtislykil fyri svartkjaft.
Verður fyribilsavtalan veruleiki, fáa Føroyar 26,125% í sín part, ES 30,50%, Norra 25,745% meðan Ísland fær 17,63% av svartkjaftakvotuni. Lykilin tekur útgangsstøði í eina heildarkvotu uppá 2 milliónir tons í 2006.
Eingin endalig avtala er tó undirskrivað, tí enn er eftir at semjast um eina skipan fyri at tillaga kvoturnar niður á eitt støði, ið samsvarar ICES-tilmælið um heildarkvotu uppá 1.5 milliónir tons.
Harafturat er spurningurin um atgongd hjá londum at fiska hvør hjá øðrum eftir at viðgera tvílanda millum Føroyar og Norra og millum ES og Norra.
Løgmaður fegnast um, at tað er eydnast strandalondunum at koma so langt.
– Nógv hevur staðið á, og vit hava givið nógv at koma so nær endaligu semjuni. Henda fyribilssemja er sera viðbrekin, og einki er avtalað, fyrr enn alt er avtalað, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Tingingarnar um svartkjaftin hava verið drúgvar og torførar. Tær byrjaðu í 1999 og síðani hava 17 fundir verið millum partarnar.
Í føroysku samráðingarnevndini eru umboð fyri uttanríkisdeildina á Løgmansskrivstovuni, Fiskimálaráðið, Fiskirannsóknarstovuna og Reiðarafelagið.




