Tveir fyrilestrar á Bókasavninum við Løkin í Runavík komandi hóskvøld kl 19.00.
Tveir fyrilestrar á Bókasavninum við Løkin í Runavík komandi hóskvøld kl 19.00.
Kim Simonsen, Ph.D. og Allan Dalsgarð, stjóri á Sendistovuni koma at halda fyrilestrar um sama evni, tó við sera ymiskum sjónarhornum.
Kim Simonsen hevur júst hildið fyrilestrar fyri fullum salum á bókasavninum á Sandi og í Norðurlandahúsinum. Í kvøld (haldi eg tað er) heldur hann fyrilestur á Seglloftinum á Tvøroyri. Og hóskvøldið á Bókasavninum við Løkin.
Tað serliga við tiltakinum á Bókasavninum við Løkin er, at framløgan hjá Kim mest hevur eitt vísindaligt, samfelags-søguligt sjónarhorn. Hetta fara vit at bjóða av og seta í mun til sjónarhornið hjá Allan Dalsgarð, sum er meira kommersielt og brúks-orienterað. Og tískil vænta vit eitt lívligt og serliga áhugavert tiltak.




