Mánakvøldið 9. mars kl. 20.00 verður áhugaverdur fyrilestur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni, har Mary á Argjaboða, psykoterapeutur, kemur at tosa um evnið “Samskifti í hjúnalagnum”.
Mánakvøldið 9. mars kl. 20.00 verður áhugaverdur fyrilestur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni, har Mary á Argjaboða, psykoterapeutur, kemur at tosa um evnið “Samskifti í hjúnalagnum”.
Fyrilesturin vendir sær til pør, gift sum ógift. Mary viðger spurningin, hvussu vit varðveita kærleika og nærveru við hjúnafelaga og børn.
Gerandisdagurin er fyltur við møguleikum og freistandi tilboðum. Hvørja ferð vit velja eitt, velja vit annað frá. Vit eru ikki altíð greið yvir, hvør kostnaðurin av vali okkara kann vera.
Komið verður eisini inn á, hvussu vit kunnu varðveita kærleika og nærleika, hóast møðin tyngir, og hvussu vit til tíðir taka tað, vit kenna heimanífrá, við inn í hjúnalagið.
Høvið verður at seta spurningar, og ein góður kaffimuður verður at fáa.




