Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestur í Christianskirkjuni

Danial Viðoy

Samskifti í hjúnalagnum – framhald.

Samskifti í hjúnalagnum – framhald.

Hóskvøldið, 4. juni kl. 19.30, verður áhugaverdur fyrilestur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni, har Mary á Argjaboða, psykoterapeutur, fer at tosa um evnið “Samskifti í hjúnalagnum”, hetta er framhald av tí fyrilestri, ið hon helt við sama heiti í mars mánaði.

Fyrilesturin vendir sær til pør, gift sum ógift. Mary viðger spurningin, tá ið øvund er millum hjún, tá kreppur stinga seg upp.
Komið verður eisini inn á, hvussu vit kunnu varðveita kærleika og nærleika, hóast møðin tyngir, og hvussu vit til tíðir taka tað, vit kenna heimanífrá, við inn í hjúnalagið.

Høvi verður at seta spurningar, og ein góður kaffimuður verður at fáa.
Harleyfacadeacryl