Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestur í Gøtu kirkju um trúbótina

Helgi Abrahamsen

Næsta ár eru 500 ár liðin síðani byrjanina til trúbótina, og hátíðarhaldið fyri hesi søguligu stórhending byrjar so smátt at vísa seg.

Týskvøldið 20. september klokkan 20 verður skipað fyri fyrilestri í Gøtu kirkju um trúbótina, sum byrjaði fyri 499 árum síðani.

Tað er Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetrinum, ið fer at halda fyrilesturin.

Tað var tann 31. oktober 1517, at tær tiltiknu 95 tesurnar hjá Martini Luther vórðu hongdar á dyrnar á slotskirkjuni í Wittenberg, og henda hending verður ofta nevnd byrjanin til trúðbótina.

Eftir fyrilesturin verður boðið til drekkamunn í kirkjukjallaranum, har høvi verður at seta fyrilestrarhaldaranum spurningar.

Tiltakið er partur av “Vísindavøka á ferð”, ið Granskingarráðið skipar fyri. Øll eru vælkomin.