Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestur um forfylgd kristin í Miðeystri

Tíðindaskriv

Tann sonevndi arabiski uppreisturin er vorðin ein sonn marra fyri mong kristin, sum rýma í hópatali úr arabiska heiminum. Í Norðurlandahúsin sunnudagin 27. apríl fer Klaus Wivel, journalistur og korrespondentur á donsku Weekendavísini, at greiða frá nýggju bókini “Den sidste nadver – en rejse blandt de efterladte kristne i den arabiske verden”.

Tann sonevndi arabiski uppreisturin er vorðin ein sonn marra fyri mong kristin, sum rýma í hópatali úr arabiska heiminum. Í Norðurlandahúsin sunnudagin 27. apríl fer Klaus Wivel, journalistur og korrespondentur á donsku Weekendavísini, at greiða frá nýggju bókini “Den sidste nadver – en rejse blandt de efterladte kristne i den arabiske verden”.

Í mong ár hava tey kristnu verið umleið 10 prosent av tí samlaða fólkatalinum í arabiska heiminum. Í dag eru umleið fýra prosent eftir. Tey rýma undan forfylging, diskriminatión, álopum og hóttanum, og fyri mong kristin hevur tann sonevndi arabiski uppreisturin, sum byrjaði á vári í 2011, einans verra um støðuna. Amnesty International, Angela Merkel, tíðarritið Newsweek og aðrar globalar røddir hava seinastu mánaðirnar rópt varskó.

Í vesturheiminum verða tey sædd sum arabarar og fáa lítla og onga hjálp. Heima í Miðeystri verða tey sædd sum kristin, sum hoyra heima í vesturheiminum. Tey gerast tí offur í einum størri stríði millum vesturheimin og muslimska heimin. Einum stríði, sum ikki er teirra.

Seinastu árini hevur Klaus Wivel, sum er rithøvundur, journalistur og korrespondentur á donsku Weekendavísini, ferðast millum tey kristnu í Miðeystri og skjalfest teirra lagnur. Í Gaza-geiranum, á Vestara áarbakka, í Libanon, Egyptalandi og Irak hevur hann tosað við kvinnur og menn, gomul og ung, prestar og aktivistar, sum øll hava rindað kostnaðin fyri at hoyra til ein minniluta, og sum øll hava ein felags ótta fyri at vera noydd til at rýma.

“Vit skulu ikki hjálpa teimum kristnu í miðeystri, tí tey eru kristin, men tí tey eru menniskju”, sigur Klaus Wivel, sum í løtuni er USA-korrespondentur fyri Weekendavísina og býr í New York.

Bókin “Den sidste nadver – en rejse blandt de efterladte kristne i den arabiske verden”, kom út á heysti í 2013 og hevur elvt til nógv kjak (sí brot úr ummælum niðast). Høvundurin hevur funnist hvassliga at bæði politikarum og miðeystur-serfrøðingum, og 27. februar var opið samráð í uttanríkispolitisku nevndini í danska fólkatinginum um spurningin.

Men hví fór Wivel í holt við sína ferð ígjøgnum Miðeystur? Hvat er endamálið við bókini? Hví skriva eina bók um forfylgd kristin, tá so nógvir aðrir bólkar eisini verða forfylgdir? Kann Wivel gerast eitt hent amboð hjá politiskum kreftum, sum stríðast ímóti muslimum í vesturheiminum?

Heini í Skorini skipar fyri tiltakinum, sum verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 27. Apríl kl. 16, og eftir framløguna verður høvi at seta spurningar.

Soleiðis skrivaðu bløðini um “Den sidste nadver” eftir Klaus Wivel:

Berlingske Tidende: “Tankevækkende og til tider gruopvækkende skildring af virkeligheden for forfulgte kristne.”

Politiken: “Forfærdende og intense beretninger om gru og afmægtig hævngerrighed, sekterisk vold, afbrænding af kirker og fordrivelse af kristne.”

Information: “En velskrevet og højst læseværdig bog.”

Weekendavisen: “Overvældende relevant bog med skræmmende dokumentation.”

Sydsvenska Dagbladet: ”En viktig bok om de kristnas utsatta situation.”

Jyllandsposten: “Oplysende, oprørende og veldokumenteret læsning.”

Kristeligt Dagblad: “En glimrende og stærkt deprimerende reportagebog om de kristnes kvaler i Mellemøsten.”