Í samband við Summarfestivalin hava vit fingið Eddy Bøgh Brixen, sum er leigaður til Føroyar fyri at tryggja at stóra ljóð anleggi á Vágsbø verður útnytta til fulnar, at halda ein fyrilestur um stór konsert anlegg. Hann fer at leggja dent á typuna av anleggi, sum verður brúkt á Summarfestivalinum.
Umframt henda fyrilestur kemur hann at ráðgeva í s.v. uppsetan og line-up av anlegginum. Hetta er ein liður í strembanini eftir alla tíðina at fáa eina enn betur ljóðgóðsku á Summarfestivalinum.
Eddy Bøgh Brixen er ráðgevi innan elektroakustiska øki og undirvísur ljóðið m.a. á Rútmiska Konservatoriunum og Filmskúlanum. Hann heldur nóg skeið innan øki og hevur skriva fleiri bøkur um ljóð.
Fyrilesturin verður mikukvøldið 1. august kl. 20:00.
Tey sum eru áhugaði í at hoyra fyrilesturin, kunnu keypa atgongumerki á 100 kr. á Shell-støðini í Klaksvík, ella í Atlantis ½ tíma áðrenn fyrilesturin.




