Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestur við fysioterapeutinum Per Øllgaard

John William Joensen

Hóskvøldið 18. septembur kl. 19.15 verður fyrilestur í Eik Banka við fysioterapeutinum Per Øllgaard. Hann er rennari og hevur egna klinik í Viborg. Hann hevur sjálvur runnið nógv. Var kappingarrennari frá 1991 til 1999, og tá dámdi honum best at renna cross, 5.000m og 10.000m. Hann hevur valt at spesialisera seg innanfyri fót- og renniskaðar og hevur nú 12 árs royndir á økinum.

Í fyrilestrinum kemur Per m.a. inn á: 

1. Gennemgang af kroppens anatomi i relation til løb
2. Gennemgang af de mest almindelige løbeskader 
3. Skadesforebyggelse
4. Løbeteknik
5. Styrketræning
6. Træningsplanlægning.

Fyrilesturin verður, sum áður nevnt, í hølinum hjá Eik í Bøgøtu í Klaksvík hóskvøldið 18. sep kl. 19.15 og eru øll vælkomin.

Møguleika verður eisini at seta honum ymsar spurningar. Hevur tú einhvønn skaða at dragast við, so ber til at fáa eina tíð til viðtalu hjá Per dagin eftir fyrilesturin tvs. fríggjadagin 19. septembur.

Tað er nýggi rennihandilin “Rennarin” við Jan Elmari Sørensen, sum liggur á Klaksvíkvegnum 59, íð hevur fingið Per Øllgaard til Klaksvíkar at halda fyrilesturin.

Ynskir tú at fáa eina tíð hjá Per Øllgaard, so ber til at avtala tið við ringja til Jan Elmar á 230 208 ella senda honum teldupost her: janelmar@rennarin.fo. Í viðtaluni ber eisini til at fáa eina rennitest, sum vísir hvørjar skógvar tú skalt velja at renna í.