Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrimyndarlig tænasta

Oliver Joensen

Tað er langt úti, at ein stórfyritøka sum FK blandar seg uppí lokalpolitikk beint nú kommunuval stendur fyri framman, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.

– Hví FK samanber seg við eina kiosk hinumegin Vánna er heilt óskiljandi. OFJ hevur búleikast í Klaksvík í mong ár og felagið átti tað teir sótu á og nú nýggjar tíðir hava gjørt at handilin má leiga afturat ognini heldur enn at fáa øki til keyps, tað kunnu vit onnur ikki hava ilt av.

– Eg dugi kki at síggja, at tað skal vera uppgávan hjá kommununi í Klaksvík at útvega FK grundøki at byggja á.

– Vit í SMS hava keypt okkum eitt øki í kapping við aðrar og um kommunan nú fer at geva FK eitt leiguøki frammanfyri býráðshúsi kanska við ókeypis parkeringsplássum í hópatali, so halda vit í hvussu so er at tað er kappingaravlagandi, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS við Norðlýsið.

– Eg kann leggja afturat, at tænastan vit hava fingið frá umsitingini í Klaksvíkar  býráð hevur verið fyrimyndarlig og eg haldi at føroyskar kommunur hava nógv at læra av býráðsumsitingini í Klaksvík.