Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrireika yvirtøku av útlendingamálum og marknaeftirliti

Danial Viðoy

Poul Michelsen og Inger Støjberg hava í dag avtalað at seta gongd á arbeiðið at fyrireika yvirtøku av útlendingaøkinum og marknaeftirliti.

Poul Michelsen og Inger Støjberg hava í dag avtalað at seta gongd á arbeiðið at fyrireika yvirtøku av útlendingaøkinum og marknaeftirliti.

Tað skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í tíðindaskrivi til miðlarnar:

Í dag høvdu Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, og Inger Støjberg, danskur ráðharri við ábyrgd av útlendingaøkinum, fund í Keypmannahavn um at seta gongd á aftur arbeiðið at fyrireika yvirtøku av útlendingamálum og marknaeftirliti.

Teir báðir ráðharrarnir undirritaðu á fundinum eina avtalu um, at hesar fyrireikingar nú verða raðfestar av báðum pørtum. Miðað verður fram ímóti at samráðingarnar verða lidnar í fyrra hálvári 2016. Uppií hesum fyrireikingum er eisini uppgávan at fáa eina semju í lag við Schengen-myndugleikarnar í Brússel.

Avtalan kann lesast her