Borgarstjórin hevur sett ein stýrisbólk, sum í hesum døgum arbeiðir við at finna útav, hvussu Klaksvíkin og Norðoyggjar best kunnu fyrireika seg til at taka ímóti fasta vegasambandinum við meginøkið. Mikudagin hevði bólkurin vitjan av Dáva Reinert Hansen, stjóra í P/f Norðoyatunnlinum.
– Tað er ógvuliga umráðandi fyri okkum her í Klaksvík og Norðoyggjum at finna útav, hvussu vit eru fyri at taka ímóti tí risa avbjóðing, sum ein undirsjóvartunnil undir øllum umstøðum verður, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri, sum í samráð við meirilutan í býráðnum hevur tikið stig til at seta hendan bólkin.
Bæði hóttanir
og møguleikar.
– Neyvan er ósemja um, at broytingin frá ferjusambandi til undirsjóvartunnil ber bæði nógvar og stórar møguleikar við sær. Tí er tað so umráðandi fyri okkum at verða fyrireikaði, so vit fáa sum mest burturúr, sigur borgarstjórin.
– Men sum oftast hava stórar broytingar eisini sín kostnað, og tað bara undirstrikar hetta sama, at vit eiga at fyrireika okkum væl, so vansarnir verða minst møguligir, sigur Steinbjørn, sum vónar, at tað fer at eydnast at fáa allar neyðugar partar við í kjakið um Norðoyggjar í framtíðini.
Ein stýrisbólkur
skal skipa fyri.
– Eyðvitað eru nógvir ymiskir mátar at fyrireikað okkara økið, men eftir at hava umhugsað hetta í eina tíð og tosað við bæði politikarar og umsitingina, tók eg avgerð um at byrja við at seta ein bólk, sum skal samskipa arbeiðið, greiðir borgarstjórin frá.
Borgarstjórin er sjálvur formaður í stýrisbólkinum, sum harafturat er mannaður av Rúna Heinesen skúlastjóra í Tekniska Skúla í Klaksvík, Eyðbjørn Poulsen vinnulívsmanni, Eyðfinn Reyðberg sparikassastjóra og Hera Ellingsgaard umsjónarmanni á Kl. Sjúkrahúsi.
Umframt limirnar virka Heri M. Hammer býarverkfrøðingur og John Færø býráðsskrivari sum ráðgevar hjá stýrisbólkinum.
Breið umboðan úr
lokalsamfelagnum.
– Ætlan okkara er, at hetta arbeiðið skal røkka so langt út í lokalsamfelagið sum tað letur seg gera.
– Millum annað er ætlanin, at fleiri sonevndir yrkis-arbeiðsbólkar verða settir at arbeiða við ávísum evnum og málsøkjum í lokalsamfelagnum, har heitt verður á persónar við ábyrgd á viðkomandi økjum um at verða við í arbeiðnum.
– Á henda hátt vóna vit, at hetta arbeiðið fer at verða gjørt av fólki, sum umboða lokalsamfelagið so breitt sum gjørligt.
Yrkis-arbeiðsbólkar
skulu lýsa ymisk øki.
– Stýrisbólkurin, sum vit hava valt at kalla hendan bólkin, hevur higartil havt nakrar fundir, har vit hava arbeitt við at orða endamál, arbeiðssetningar og mannagongdir fyri tað arbeiðið, sum ætlandi skal gerast.
– Sum nevnt, er ætlanin at seta yrkis-arbeiðsbólkar at lýsa ymisku økini í lokalsamfelagnum. Enn er ikki heilt greitt, hvussu økini verða lutaði sundur, men sum dømi kann eg nevna, at ein yrkis-arbeiðsbólkur fær til uppgávu at lýsa støðuna á mentanar- og frítíðarøkinum og koma við tilráðing um, hvat er neyðugt at gera, og hvussu skjótt tað skal gerast, sum mælt verður til, sigur borgarstjórin, sum eisini upplýsir, at talan verður um fleiri slíkar arbeiðsbólkar.
– Endamálið er at lýsa lokalsamfelagið so væl sum tilber.
So opið sum gjørligt
fyri almenninginum.
Borgarstjórin leggur dent á, at ætlanin er, at hetta arbeiðið skal vera so opið fyri almenninginum, sum gjørligt, soleiðis at øll, ið hava áhuga, fáa høvi at luttaka í orðaskifti og teimum fyrireikingum, sum komið verður til.
Norðoyatunnilin
á vitjan í vikuni.
Sum eitt av fyrstu tiltøkunum hevði stýrisbólkurin í vikuni vitjan av Dáva Reinert stjóra í P/f Norðoyatunnlinum, har hann kunnaði um arbeiðið upp á tunnilin, og hvussu tað liggur í løtuni.




