Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrireikingarnar til Føroya Sjómannadag komnar langt

John William Joensen

Leygardagin 20. august verður skipað fyri Sjómannadegi í Klaksvík og samstundis verður kappast um Heimsmeistaraskapið í egning.

Fyrireikararnir eru nú komnir so langt við egnikappingini, at skráin fyri dagin er gjørd og harafturat eru ávísar fyrireikingar gjørdar til tey ymisku tiltøkini.
Ætlanin er, sum sæst á skránni, at aktivitetir skulu vera á Stongunum allan dagin frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi og kanska út á náttina.
Hóast fríggjadagurin og sunnudagurin ikki eru komnir við á skránna, so er sannlíkt at fyriskipað verður fyri onkrum fríggjakvøldið og sunnudagin, men hetta er ikki fastlagt enn. Fyrireikararnir gera vart við, at broytingar kunnu vera gjørdar í skránni.
Til egnikappingina er ætlanin at fáa ein egnara úr íslandi og ein úr noregi og arbeiðið við at finna hesar er ígongd. Fyrireikararnir hava fingið navn á norska luttakaranum, ímeðan rætti íslendingurin ikki enn er funnin.
Egnikappingin verður skipað soleiðis at føroysku egnararnir fara at kappast innanhýsis fyri at finna besta føroyska egnaran og síðani verður ein finala ímillum íslendingin, normannin og føroyingin.
Enn er ikki klárt við tilmelding til egnikappingina, men lýst verður við tilmelding um stutta tíð.