Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrireikingarnar til kappróðrarárið 2003 eru byrjaðar: Róðrarfelagið leitar eftir manningum til bátarnar

(
John Færø)

Í løtuni arbeiðir Kl. Róðrarfelag við at útvega manningar til bátar felagsins at luttaka í kappróðrinum í 2003. Kristian Eli Zachariasen formaður upplýsir, at áhugaði eru vælkomin at tosa við tey.

Um hesa tíðina í fjør vóru nakrar av manningunum hjá Kl. Róðrarfelag longu farnar undir at venja við rógvimaskinunum á neystaloftinum.
Heilt so tíðliga eru tey ikki byrjaði í ár, men nú er so smátt byrjað at verða ljóst í neystinum um kvøldarnar, og í næstu viku byrjar tann fyrsta av manningunum upp á skipaðar venjingar við rógvimaskinunum.

2 bátar eru
mannaðir.

Tá vit í vikuni tosaðu við Kristian Eli Zachariasen, formann í Klaksvíkar Róðrarfelag, visti hann at siga um tveir bátar, sum higartil hava fingið manning.

Ein dreingjabátur
nýggja manning.

Ein nýggj dreingjamanning var týsdagin fyri fyrstu ferð í neystinum, har Kristian Eli og Fróði Waag vístu teimum hølini, kappróðrarbátarnar og rógvimaskinurnar, har teir skulu venja.
Dreingirnir, sum eru 14 og 15 ára gamlir, byrja sum teir fyrstu í ár at venja við rógvimaskinunum í næstu viku.

Ein gentubátur
eisini mannaður.
Hin manningin, sum er komin upp á pláss, er ein gentumanning.
Tað eru nakrar gentur í býnum, sum hava tikið seg saman at manna eitt 5-mannafar. Væntandi byrja tær eisini at venja í næstum.
Mangla 1 gentumanning
+ 1-2 dreingjamanningar.

Samstundis sum tey vóna, at gentur og dreingir, sum róðu í fjør, halda fram í ár, so kundu tey í Kl. Róðrarfelag hugsað sær at fingið eina gentumanning og eina ella tvær dreingjamanningar afturat til 5-mannaførini.
– Gentur og dreingir, sum hava hug at rógva, eru tí vælkomin at seta seg í samband við okkum, sigur Kristian Eli.

Arbeiða við einari
royndari manning.

Arbeitt verður eisini við at fáa eina menn við so nógvum royndum sum gjørligt at manna ein av bátunum.
Sum skilst er ikki greitt enn, hvønn bát henda manningin fer at rógva – tað er treytað av, hvussu nógvar mans teir fáa við. Tað verður so ein av teimum trimum: Páll Fangi, Nevið Reyða ella Klaksvíkingur.
Vónandi eydnast tað hesum monnum at manna ein sterkan bát, soleiðis at felagið kann hava møguleikan at markera seg við góðum úrslitum í ár – tað hevur eitthvørt felag brúk fyri, tí tað skapir áhuga millum manna.
Somuleiðis er at vóna, at tað eydnast at seta saman eina kvinnumanning, men sum skilst er frágongdin rímiliga stór har, so tað er ivasamt.

Brúk er fyri ungdómi
við áhuga í kappróðri.

Nøkur av teimum, sum hava róð tey seinnu árini, verða sum skilst ikki við í ár.
Kl. Róðrarfelag hevur tí brúk fyri, at ungar gentur og dreingir vilja royna seg, soleiðis at felagið kann byggja upp eina breidd av ungum rógvarum, sum kunnu mennast til sterkar rógvarar.
Spennandi verður at fylgja gongdini tær komandi vikurnar.

Klaksvíkar Róðrarfelag hevur heimasíðuna: www.krf.fo