Tú sigur í miðlunum, at Eysturoyar tunnilin fer at geva eitt netto avkast, uppá 100 milliónur kr. árliga.
Tú sigur í miðlunum, at Eysturoyar tunnilin fer at geva eitt netto avkast, uppá 100 milliónur kr. árliga.
Ófatiligt, eingin er farin í holt við hesa ”gullminu”, hesu mongu ár – Tað hevur staðið einum og hvørjum í boðið, at gjørt hetta ”projekt”.
Harra Bárður Nielsen – Sum í sínari tíð, varð keyptur frá almenna fíggjargeiranum, yvir í privata fíggjargeiran. Vís okkum hvussu henda ”kalkyla” , íð gevur 100 milliónir í netto avkasti , sær út??
Hvussu nógvir bilar fara at koyra? Hvat verður prísurin? Hvat roknar tú í rentu?
Avdrátti? Rakstri?
Áðrenn tú kemur fram til netto 100 mílliónir?
Yvist ikki í, tú ert fult førir, at geva okkum hesa ”kalkulatión”. Svart uppá hvítt.
Løgið, um tú ikki gjørdi nógv líknandi roknistykkir? Bæði fyri ”Klosterboer” og ”Stóru Tjørn”. Tann tíð tað var.
Vinarliga
Absalon í Buð




