Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrispurningur til Havfrøðina

Absalon í Buð

Føroya Banki, hevur altíð,fiskað hevur verið har. Givið ógvuliga ójavna úrtøku, serliga til tosk.

Føroya Banki, hevur altíð,fiskað hevur verið har. Givið ógvuliga ójavna úrtøku, serliga til tosk.

Í sjeytiárunum okkurt árið 5000 tons okkurt 1000 tons. Síðst í áttatiárunum 3-4000 tons. Fyrst í nítiárunum komu vit heilt niður á ca. 500 tons. Seinast í nítiárunum vóru vit uppi aftur á 3-4000 tonsum. 2003-04 uppi á 4-5000 tonsum. 2008 , millum 500-1000 tons.

Tá kravdi havfrøðin total friðing. Lovaðu sbr. útsøgn frá fleiri. 2 ár friðing, so skal Bankin opnast aftur “top tunaður”. Burðadyggur, til at geva stórst avkast??

8 ár seinni gav Føroya Banki – 381 kg. av toski.

Tí hesin spurningur:

Um vit 1.sep 2016 – Total friðað Føroyska landgrunnin fyri toska og hýsu fiskiskap.

Hvussu nógvar dagar, mánar, ár – skal friðingin vara, til hesir stovnar eru aftur í “top”???

So aftur kann fiskast burðadygt við stórsta avkasti???

Vóni svari kann fyriliggja skjótt.

So tey 16,5 – 17, á okkara høga tingi – ið hava svorið hildareið, til okkara ráðgeving frá havfrøðini. Kunnu taka eina so samvitskurætta avgerð, ið gevur teimum frið í sinnið.


Vinarliga

Absalon í Buð