Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrispurningur til Jákup Vestergaard

Oliver Joensen

Heini O. Heinesen vil hava at vita um nakrar ætlanir eru um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap.

Fyrispurningur til
Jákup Vestergaard Landsstýrismann
í fiskivinnumálum.

1. Hevur sitandi samgonga nakrað ætlan um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, soleiðis at hon ikki er í stríð við seg sjálva ?
2. Hvat ætlar landstýrismaðurin at gera, fyri at fáa lógina at virka eftir búðskaparligum fortreytum ?
3. Hvat ætlar landstýrismaðurin at gera, fyri at tey veiðuloyvir sum ikki hava verið brúkt í fleiri ár fella burtur. ?
4. Hvussu nógv veiðuloyvir eru inni í skipanini í dag við fullum dagatali, sambært §. 29. býtt út á bólkar ?
5. Hvussu nógv veiðuloyvir eru inni í skipanini í dag, sum ikki hava fult dagatal ? (Tað vil siga tey loyvir, sum hava latið (selt) endaliga av teimum døgum sum fylgja upprunaloyvinum, sambært §. 29. býtt út á bólkar)
6. Hvussu nógvar dagar skal eitt veiðuloyvi hava eftir, fyri at verða verandi í skipanini. Hvar er lógarheimildin fyri hesum part- loyvum, sum eru seld fyri nógvan pening ?
7. Tá veiðuloyvið sambært § 7 b. fellur burtur 1. jan. 2018, verður tá møgulig skuld inndrigin í Landskassan saman við loyvinum ?
8. Tá veiðuloyvið sambært § 7 c. stk. 2. verður endurnýggja aftaná 1. jan. 2018, fylgja tá fiskidagar og kvotir við 5 ár framm ?
Viðmerkjingar: Um vit skulu halda okkum til endamálsgreinina í lógini um vinnuligan fiskiskap, frá 10. mars. 1994 er tað púra greitt, at endamálið við lógini er brotið, við fleiri av teimum broytingum, sum eru gjørdar í lógini síðani 1997. Hesar broytingar hava tikið búðskaparliga grundarlagið undan einum stórum parti av fiskivinnuni. Soleiðis at ein stórur partur av fiskivinnuni við hesum, er gjørdur viðrisleysur, tí veiðuloyvini eru gjørd ódeyðilig. Eitt veiðuloyvið er eitt brúksloyvi, sum viðkomandi hevur so leingi tað verður brúkt, í tann mun lógin fyriskrivar.
Tað at veiðuloyvini vóru gjørd galdandi í 10 ár, hevur ført við sær, at tað búðskaparliga elimentið er tikið burtur úr lógini. Hetta er ein yvirhangadi vandi fyri teir, sum enn reka vinnuligan fiskiskap.
Tann mest skaðliga broytingin var gjørd við løgtingsmáli nr. 3. frá 30. juli 1997, tá fiskiloyvini skuldi hava gildi í 10 ár. (Uppskotið var í 15 ár) beint í stríð við endamálsgreinina í lógini §. 2. Broytingin er eisini í stríð við §. 3. stk. 2. og fleiri aðrar §. í lógini. Tað var serliga henda broyting, sum gjørdi at veiðuloyvini kundu seljast fyri ovurhonds høgar prísir. Tað vil siga at, lívfrøðliga og búðskaparliga elimenti er tikið burtur úr lógini. Hetta varð einki minni enn ein undirfundig ognartøka av grovasta slag, sum onkur tá skrivaðið í álitið, tá broytingin í lógini var framd: Nú fingu vit bátsbandi aftur í gildi frá 1865, nú rætturin at fiska var gjørdur til privata ogn, hjá teimum sum høvdu veiðuloyvi 1. jan. 1995. Hetta ger at einki veiðuloyvi fer út flotanum, tí kann heldur eingin nýggjur koma inn, sum ikki var har 1995, uttan at keypa eitt veiðuloyvi fyri okursprís.
Tað er henda søla, sum í dag hevur tikið lívið av okkara størstu fiskavirkjum. Kósavirkið er farið í gjaldstøgg av at keypa veiðuloyvir fyri okursprís, og støðan hjá fiskavirking hevur ikki verið stórt matari. Peningastovnarnir sum hava fíggja hesu keyp av veiðuloyvum, hava mist stórar upphæddir, koma helst at missa nógv afturat. Broytingarnar gera seg serliga galdandi, tá fiskidagar skulu ásetast, og kvotir skulu býtast út, tí fiskidagarnir verða býttir líka til øll veiðuloyvini í bólkinum samb. §. 29. í lógini.
Ár 2007, 24. apríl legði Føroya landsstýrið fram uppskot til løgtingslóg um broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap. Løgtingsmál nr. 120. Hetta uppskotið gekk í høvuðsheitum útuppá, at bjarga eini rullandi skipan, uppá 10 ár, hóast at tað sokallaða ”rullandi,” ikki er komi inn í lógartekstin fyrrenn við hesu lógarbroyting. Í mínari verð, gingu hesu 10 árini út á Ólavsvøku 2007.
Hví henda broyting kom júst tá, er helst tí, at onkur av teimum ”rullandi”, hevur fingið kaldar føtur, tí hetta ”rullandi” hevur ongantíð staðið í lógartekstinum, fyrrenn beint áðrenn tey 10 árini gingu út. Tað vil siga, við hesu broyting verða øll veiðuloyvir galdandi til 1. jan. 2018 +5 ár +5 ár, og skulu hava fiskidagar og kvotir útbýttar á hvørjum árið, hóast fleiri av hesum loyvum ikki hava verið brúkt í fleiri ár. Hetta er beinleiðis í stríð við §. 2. og §. 3. í lógini. (Nú eru so tey 15 árini frá 1997 sett inn í lógina)
Hevur løgtingið gjørt ein feil á Ólavsvøku 1997, við at seta inn í lógina at veiðuloyvini eru galdandi í 10 ár. Kann løgtingið broyta hetta aftur til tað upprunaliga, uttan tað er neyðugt at draga veiðuloyvini inn. Tí veiðuloyvir, sum ikki eru brúkt í 2 ár, eiga at fella burtur sambært upprunalógina. Tað at hesu loyvir skulu hava fiskidagar og kvotir á hvørjum ári í 10 ár, + 5 ár, er eisini ein stór hóttan, tá fiskidagar og kvotur skulu ásetast á hvørjum ári.
Heini O. Heinesen, løgtingsmaður

Harleyfacadeacryl