Fyrispurningur um væntandi kostráðgeving til sukursjúku-sjúklingar, settur Karsteni Hansen, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna
Fyrispurningur um væntandi kostráðgeving til sukursjúkusjúklingar, settur Karsteni Hansen, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
– Nær kunnu allir sjúklingar við sukursjúku vænta sær nøktandi kostráðgeving?
– Kann landsstýrismaðurin góðtaka, at hópur av sjúklingum við typu2-sukursjúku í løtuni ikki hava atgongd til neyðuga kostráðgeving í heilsuverkinum?
– Nær verður kostráðgeving knýtt at primerheilsutænastuni klár, og hvussu verður hon skipað?
– Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagið, at stórur munur verður gjørdur á hvørja heilsutænastu sjúklingar við typu2-sukursjúku fáa, alt eftir, hvar í landinum teir búgva?
Viðmerkingar
Landssjúkrahúsið sigur seg ikki longur hava pengar og orku til at veita øllum sjúklingum við sukursjúku typu-2 neyðuga kostráðgeving. Tað eru tí einans sjúklingar við typu1 sukursjúku og teir sjúklingar við typu2 sukursjúku, sum er illa sjúkir, ið fáa á ráðgeving frá sjúkraføðsluráðgeva (diætisti).
Øll onnur við typu2 sukursjúku verða víst til kommunulæknarnir. Men primerheilsutænastan er ikki útgjørd til at taka sær av hesi uppgávu. Kommunulæknar eru ikki serfrøðingar í kosti til sjúklingar, og hava tí ongan møguleika at veita røttu ráðgevingina. Eingin kostráðgevi er knýttur at primerheilsutænastuni.
Landsstýrismaðurin hevur sett ein arbeiðsbólk at gera uppskot um hvussu heilsutænastan til fólk við sukursjúku í framtíðini kann skipast. Eitt álit verður væntandi klárt í vár. Men, tað fer helst at taka langa tíð at byggja upp hesa tænastu uttanfyri sjúkrahúsverkið. Og, einki bendir á, at hon fer at gerast bíligari enn í dag – heldur tvørturímóti.
2500-3000 sjúklingar hava typu-2 sukursjúku, og talið er skjótt vaksandi. Rættur kostur er týdningarmesta viðgerð av fólki við hesi sjúku. Uttan rætta ráðgeving og rættan kost, er sera stórur vandi fyri, at sjúklingarnir fáa álvarsamar fylgisjúkur. Ein niðurraðfesting av kostráðgevingini á Landssjúkrahúsinum, áðrenn ein tilsvarandi tænasta er komin á føtur í primerheilsutænastuni, kann tí føra til, at støðan versnar munandi hjá fleiri sjúklingum. Og tað kemur í hinum endanum at kosta heilsuverkinum munandi meira, enn at fyribyrgja.
Uppsøgnin av kostráðgeva til typu-2-diabetesjsúklignar, sigst vera ein beinleiðis avleiðing av, at Landssjúkrahúsinum er álagt at spara 15 mio kr komandi árini. Samstundis sum høvuðssjúkrahúsið í Føroyum má spara burtur kostráðgevingina, so hava sjúkrahúsini í Klaksvík og á Tvøroyri tíbetur ongar ætlanir um at niðurleggja hetta heilsutilboð. Kostambulatoriumini virka stak væl har, og tað er sera jaligt fyri sjúklingar við typu2 sukursjúku, sum búgva í hesum økjum.
Tað er sostatt avgerandi, hvar í landinum tú býrt, um tú fært røttu og bestu viðgerðina fyri sukursjúku.
Í samrøðu við útvarpið kundi landsstýrismaðurin ikki veita nakra vissu fyri nær og hvussu kostráðgevingin kemur at síggja út í framtíðini. Tað eru ørkymlandi boð fyri sjúklingar, sum hava sera stóran tørv á hesi tænastu, fyri at kunna liva væl, hóast sjúkuna.
Á Løgtingi 15. februar 2013
Bjørt Samuelsen
Løgtingskvinna




