Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrispurningur um bíðitíð til skurðviðgerð fyri ryggtrupulleikar

NÝTT SJÁLVSTÝRI

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri hevur sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg fyrispurning um bíðitíðina at fáa skurðviðgerð fyri diskuprolaps ella líknandi ryggtrupulleikar.

Hann sigur, at um tað verður staðfest, at persónur við nógvari pínu má skurðviðgerast, er tað sera óheppið, at hann skal bíða í vikur og mánaðir eftir at sleppa framat.

Hann nevnir dømi um sjúkligar, sum eru noyddir at leita sær heilsubót á privatsjúkrahúsi og sjálvi gjalda fyri viðgerðina orsaka av at pínan er so tyngjandi . Hetta gjalda tey sjálvi, uttan at tey fáa hetta endurgoldið.

Hjálagdur er fyrispurningurin: