Kári P. Højgaard, tingmaður Nýtt Sjálvstýri, spyr landsstýriskvinnuna í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen um starvsfólk innan eldraøkið:
1.Hvussu nógv fólk starvaðust innan eldraøkið, røkt og almennari fyrisiting, áðrenn málsøkið varð lagt út til kommunurnar?
2.Hvussu nógv fólk starvast nú innan eldraøkið í røkt og fyrisiting, eftir at uppgávan er løgd út til kommunurnar/samstarvsøkini at fyrisita?
3.Hvussu nógv minkaði starvsfólkahópurin í miðfyrisitingini, tá eldraøkið bleiv yvirtikið av kommunalu samstørvunum?
Sí svarið frá landsstýriskvinnuni, sum er hjálagt:




