Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyristøðukvinnan á Klaksvíkar Sjúkrahúsið: NÝGGJ DEILD NÝGGJAR LEIÐIR

John William Joensen

Jona Nielsen, fyristøðukvinna á Klaksvíkar sjúkrahusið røddi í samband við at nýggja deildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið var alment tikin í brúk, mánadagin: Í Samband við at avgerð var tikin um at vit á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skuldu fara undir rationaliseringv okkara sjúklingagongdum og harvið fara yvir til meira amb virksemið, bleiv avrátt at leggja okkara seingjadeildir saman. Tvs at deild A, ið var ein kirurgisk seingjardeild og deild M okkar medicinska seingjardeild skuldu framyvir verða ein felags deild , ið rúmaði bæði kirurgiskum og medicinskum sjúklingum.

Jona Nielsen, fyristøðukvinna á Klaksvíkar sjúkrahusið røddi í samband við at nýggja deildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið var alment tikin í brúk, mánadagin: 

SÍ MYNDIR HER

Í Samband við at avgerð var tikin um at vit á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skuldu fara undir rationaliseringv okkara sjúklingagongdum og harvið fara yvir til meira amb virksemið, bleiv avrátt at leggja okkara seingjadeildir saman. Tvs at deild A, ið var ein kirurgisk seingjardeild og deild M okkar medicinska seingjardeild skuldu framyvir verða ein felags deild , ið rúmaði bæði kirurgiskum og medicinskum sjúklingum.

Samstundis skuldi fleiri ambulatorie gerast aðra staðni í húsinum

Í okkara grannalondum hevði gongdin seinastu árini verið, at sjúklingarnir lógu styttri og styttri inni, man var farin yvir til meira dagkirurgi og ambulant virksemi og í tí tilgongdini vóru fleiri og fleiri seingjarpláss niðurløgd.

Tilgongdin við at fáa pening til eina renovering av verðandi sjúkrahúsi var av.

Vit høvdu fingið játtað 15 mill tilhettar endamál, og áherðsla varð løgd á frá Heilsumálaráðnum , at ongin útbygging átti at fram ,men at vit skuldu haldahalda seg innan verðandi karmar.

Hettar var sera hugstoytt fyri kliniska partin av bygginevndin, við at at vit fyrst høvdu arbeitt við ætlanini um at byggja eitt nýtt nýtímans sjúkra/heilsuhús, Tá vit síðan fingu boð um, at hettar ikki varð gjørligt, so høvdu vit arbeitt við einum leisti har vit við tí eini seingjardeildini fingu víðka um fermetrartalið, so vit kundu hava eitt kirurgiska og eitt medicinskt afsnit.

Tá hettar heldur ikki lat seg gera fóru vit so undir tað truplu tilgongd at fáa sum best burturúrtí tilfeingi, ið okkum varð tillutað.

Týski filosoffur og sociologurin

Habermas viðgerð á áhugaverda hátt systemverðina og lívsverðina.

Og her var tað av sonnum” systemverðin” ið var við yvirlutað.- Lítið pláss var til “lívsverðina.”

At leggja tvær so ymiskar deildir og tvær so ymiskar mentanir saman, var ikki ein løtt verkætlan.

Okkara fremsta ynski var, at hettar skuldi koma okkara sjúklingum til góða, at teir undir øllum umstøðum skuldu føla seg í tryggum og kompetentum hondum.

Deildirnar hava í fleiri ár verið samanlagdar fleiri vikur árliga vegna sparingar,

Sum heild hevur tað gingið væl, men øll vóru vit greið yvir at hettar var eintíðaravmarkað samanlegging.

Nú var stundin so komin, at vit fóru undir tilgongdina at fremja eina varðandi samanlegging.

Í juni í 2014 flutti deild A niður á deild M, meðan umbyggingin av hæddini fór fram.

Frá at hava 36 songjarplássfingu vit nú bert 12, so nógvar tillagingar skuldu gerast.

Vit komu skjótt ásamt um, at Deild A og deild M fóru í søguna og at vit nú skuldu hava eina deild við felags mentan.

NÝGGJ DEILD NÝGGJAR LEIÐIR

Hettar kom at standa sum yvirskrivt í tilgondini at samansjóða deildirnar

Vit valdu at biðja Marionnu Andreasen sjúkrarøktarfrøðing og sociologum hjálp í hesu tilgong.

Hettar hevur verið ein hørð og strævin tíð, bæði fyri tey, ið hava verið í toymunum og fyri tey ið hava verið til arbeiðis ádeildini, men ein sera lærurík og positivt tíð.

Før at man skall kunna flyga

Måste modet

Vara aningen større ænd rædslan

Och en gynnsom vind råda….

Soleiðis tekursvenski yrkjarin Margretha Ekstrand til í yrking síni” At Flyga”

Við hasum citatinum byrjar Siv Their bók sína “Att leda til lærende och forandring”

Siv Their er doktari og forskari og við Helsingfors Univeritet og docentur í lærandi organisatión við Svenska Handilsháskúlan.

Hettar var júst tað, ið ráddi um hjá okkum, mótið høvdu vit , og ein so sera góðan og positivan starvsfólkahóp, sum vildu leggja allar kreftir í, at fáa nakað gott burturúr hesu samanlegging.

Tey fingu møguleika at verða við at mynda nýggju deildina, teirra framtíðar arbeiðispláss ,- tey tóku hann og brúktu hann á ein sera positivan hátt.

At neyðugt var við meira tilvitari tvørfakligheit vóru vit tilvitað um , og tí var avgjørt at deildarleiðarin skuldi luttaka á skeið innan IPLS í Danmark.

Eisini var semja um, at vit skuldu arbeiða víðari við teimum trygdarpakkum vit vóru byrjað við í samband við” Sikkert Sygehus”, ið vit høvdu verið á skeið um, og sjálvandi eisini” Den danske kvalitetsmodel” nú Heilsumálráðið hevði tikið avgerð um at øll trý sjúkrahúsini skuldi akkrediterast ultimo 2016.

“Í góðum hondum “

Hettar er væl tað , ið vit øll ynskja okkum, um heilsan fer at bila. Tí ynskja vit eina deild har:

Tryggleiki

Fakkunnleiki

Umsorgan

eru lyklaorð.

Vit ynskja eisini at veita tað

Dygdarbestu sjúklingagongdina

Har sjúklingurin er í miðdeplinum.

Har sjúklingurin og tey avvarandi eruaktivir og viðkomandi aktørar.

Í bygginevdini hava vit ikki altíð verið samd, og blivu vit, tann fakligi parturin ógvuliga skuffað, tá boðini um, at ongin útbygging í garðinum og ei heldur nøkur brúgv kundi koma upp á tal. Eftir okkara metan hevði hettar givið eina skilagóða loysn.

Arbeiði við at gera eina byggiskrá tók sera nógva orku og løgdu vit stóran dent á at leita upp nýggjasta rákið innan sjúkrahúsbygging, og hvussu ein seingjarstova átti at innrættast.

Hettar hava vit tikið til okkum í tann mun , umstøðurnar hava loyvt tí.

Okkum er eisini givið lyfti um at fleiri fermetrar skullu skaffast frá Røktarheiminum, og at ein brúgv skal kom seinni. Hettar er sera átroðkandi fyri at okkara koncept kemur at riggaJ

Tykkum arbeiðisfólkunum, ið hava gingið her síðani juni mánaðí fjør, vil eg veita eina hjartans tøkk, tit hava verið so lagaligir og duga so væl at lurta, tá ikki hevur bori til at larma og bora o.a.

Øllum starvsfólkunum runt um í húsinum fari eg eisini at takka hjartaliga fyri tykkara tolsemi meðan byggingin er farin fram, og at tit á fyrimyndarligan hátt hava røkt tykkara arbeiði undir sera truplum umstøðum.

E vil eisini g takka Landsverk fyri sera gott samstarv. Tað hevur verið fyrimyndarligt.

Arkitektar 99 fáa eina serliga tøkk fyri tað góðu loysn tit komu fram til.

Tað var ikki ein løtt uppgáva hjá tykkum ,men tit loystu hana væl

At vit fáa fleiri stovur við baðiverilsi til er eisini ein sera stór framgongd fyri okkum, sjálvandi vildu vit ynskt, at allar høvdu henda møguleika.

Vit hava nakrar 4 songs stovur , ja, men hettar vóru so umstøðurnar, okkara einastovur eru ikki stórar, men ljósar og hava eitt gott útsýnið, sama er við 2 songs stovunum.

At enda við eg takka tær Synnøvu og tykkum starvsfólki so hjartaliga, tøkk fyri tykkara sera jaligu tilgong, fyri tykkara stóra tolsemi, og vil eg ynskja tykkum hjartaliga tillukku við hesu nýggju deild tykkara KS 3.Eg veit at hjá tykkum kann sjúklingurin føla seg í TRYGGUM HONDUM. Hjartaliga tillukkuJ

At enda ein innilig áheitan á Landsstýrismannin og Landsverk, og tykkum politikkarar, góðu tit, geri tað møguligt at tann ætlaða brúgvin kemurJ