Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrr vóru íbygdir steinar íspunnin søga, nú er tað vorðið veruleiki

Tíðindaskriv

Listamaðurin Bernhard Hammer hevur í eina tíð arbeitt við síni serligu listagrein innan grótlíki.

Grótlíki eru eftirgjørdir klettar, hellir, steinar og hylar, sum vit kenna tað frá stuttleikaparkumso sum Vatnland, Lalandia, Legoland og djóragørðum.

Síðan hann byrjaði við hesu sjáldsomu listagrein hevur hann gjørt fleiri ymiskar uppgávur sum t.d eftirgjørdir klettar, ymiskar grótveggir, eftirgjørdar laðaðar grótgarðar, bæði inni og úti. Eitt nú tað eftirgjørda helli úr Lítla Dímun, sum hevur verið sýnt fram ymsa staðni í Føroyum.


Hitapottar – ein nýggj dilla

Ein nýggj dilla, sum føroyingar hava tikið til sín eru ymiskir hitapottar, sum oftast eru úr træ. Av hesu orsøk tola teir ikki eins væl at standa úti alt árið. Nú summari er í nánd, ætlar Bernhard at bjóða seg fram at gera hitapottar úr grótlíki, sum tola tað føroyska veðurlagið. Hesir vera skapaðir soleiðis, at teir á at líta eru skotnir/høgdir inn í klettar, prýddir við stórum steinum, fossi og led ljósum v.m. Eisini ber til, at potturin partvíst ella heilt er inni í einum helli, sum vit kenna tað frá stuttleikaparkum, tað er bert hugflogið, ið setur avmarkingarnar.


Bjálving – flamingo klætt við gróti

Bj Hammer tekur sær eisini av at bjálva húsagrundir og heil hús við flamingo, hetta kann gerast bæði úti og inni. Flamingo verður síðan klætt við 1-3 cm grótlíki, hetta er góð bjálving, og samstundis eitt sera vøkur loysn. Triði fyrimunurin er, at hetta er ein viðlíkahaldsfrí loysn, tí ein sleppur undan at mála.


Íbygdir steinar – nú ein veruleiki

Man sigur ofta, at huldufólk blivu burtur, tá ravmagn kom til landið, og tað er kanska nakað um tað. Tað er tó ein myta, sum Bernhard ætlar ar gera til veruleika.

Tað er mytan um heyggjar og steinar, sum sagnirnar siga vóru íbygdir. Sum sást á skitsuni so er ætlanin at gera hendan knapt 20 m2 stóra steinin, so at mann kann vera í honum. Bernhard vónar, at tey sum hava droymt um eitt lítið summarhús fara at taka hetta hugskoti til sín,

Steinurin uttaná kemur at síggja út júst sum ein veruligur mosavaksin steinur, innan kemur hann at síggja út sum eitt helli. Hann verður væl isoleraður, so tað skal sera lítil orka til at verma rúmi. Hann verur málaður við eini heilt serligari máling, sum ger at hann er viðlíkahaldfríður í tíggjutals ár, og uttanfyri skal vera ein terassa.

Hetta er ein sera góður møguleiki hjá ferðavinnuni eisini. Innan marknaðarføring verður ofta sagt, at søga selur, og við hesum sagnum ber væl til at skapað ein nýggjan gistingarmøguleika ella annað hesum líkum.

Steinurin verur vakrari hvørt ár, tí meir og meir mosi legst á hann. Eisini er hann viðlíkahaldsfríur.