Jørgen Niclasen vann kappingina hjá SkipaQvistinum 2007 á Vestanstevnu, og verður tí við í finaluni á Sjómannadegnum í Klaksvík.
Luttøkan til næstseinasta undanumfarið til SkipaQvistin 2007 var framúrskarandi. Spurnarkappingin, sum snýr seg um skip og sjógv og tað, sum har til hoyrir, varð hildin í dýrdarveðri sunnudagin beint eftir fólkfundin á Stakka.
Eftir dømingina, sum fór fram seinni hetta sama kvøldið, gjørdist greitt, at tað var eingin minni enn fyrrverandi fiskimálaráðharrin Jørgen Niclasen, ið var stinnastur at svara spurningunum. Við honum vóru eisini Zacharis Jacobsen, Jens Weihe, Julius Joensen og Kristian Olsen.
Hetta merkir, at Jørgen, saman við ein annan luttakara, kemur at luttaka í SkipaQvistin finaluni á Sjómannadegnum hin 18. august í Klaksvík.
Í finaluni verða tilsamans 6 lið, sum koma at dystast um endaliga heiðurin at vera Føroya gløggasta manning.
Sjálv kappingin verður skipað nakað øðrvísi tá. Eitt nú gongur hon fyri seg á stóra pallinum, og verða sjálvir spurningarnir somuleiðis lagaðir soleiðis, at áhoyraraskarin eisini skal fáa eina hugnaliga løtu. Eisini verða góðir vinningar til bestu manningina. Meira verður kunngjørt seinni, tá Sjómannadagurin fer at nærkast.
Tað er Skipalistin, sum skipar fyri SkipaQvistin.




