Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrrverandi A-landsliðsvenjari hjá Íslandi á veg til TB/FCS/Royn

Jákup Ósá

Sum leikari var hann 30 ferðir liðskipari á íslendska A-landsliðnum.

Sum leikari var hann 30 ferðir liðskipari á íslendska A-landsliðnum.

TB/FC Suðuroy/Royn hevur síðani samanleggingina arbeitt við at sett útlendskan venjara. Fleiri venjarar við royndum úr bestu deildunum úr Skandinavia hava verið uppá tal. Fyrst var fyrrverandi Esbjerg venjarin Jonas Dal uppá tal, síðani hevði svenski venjarin Roger Franzen næstan sett seg í flogfarið ávegis til Føroyar, áðrenn hann tók avger um ikki at taka av. Og til seinasta var tað danski Jesper Tollefsen, sum í síðsta enda ikki fekk umstøður til at koma til Føroyar. Men nú er ein annar venjari uppá tal, og talan er um royndan venjara, sum í síni tíð eisini var ein profilur sum leikari.

Atli Eðvaldsson

Talan er um 59 ára gamla íslendska venjaran Atla Eðvaldsson. Sum venjari er hann kanska mest kendur sum fyrrverandi A-landslðsvenjari hjá Íslandi, har hann var venjari frá 1999 til 2003. Afturat hesum hevur hann eisini vant fleiri feløg í Íslandi. M.a. var hann venjari hjá ÍBV, Fylkir KR Reykjavík áðrenn hann bleiv A-landsliðsvenjari, meðan hann eisini var venjari hjá Vali í 2009. Sum leikari var Atli millum profilarnar hjá Íslandi í síni tíð. Hann spældi 70 dystir fyri A-landsliðið hjá Íslandi, harav var hann liðskipari í 30 dystum.

Harleywoodpaint