TB fær profil.
TB hevur loksins fingið eina loysn uppá málmanstrupulleikan. In.fo skrivaði fyrr í dag, at Casper Radza skiftir til TB og skiftið hava vit fingið váttað aðrastaðni nú. Talan er um málverja, ið hevur vart málið hjá flestu av U landsliðunum hjá Danmark. So seint sum í 2015 spældi hann ein U21 landsdyst fyri Danmark. Radza hevur verið knýttur til OB og hevur spælt ein dyst í Superliguni.




