Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrrverandi egningameistari bøtir trol

Norðlýsið – Tíðindi

Tá føroyameistakappingin í egning verður skotin í gongd leygardagin verður fyrrverandi meistarin, John Havn, ikki millum luttakararnar. Hann bøtir nevniliga trol í Barentshavinum umborð á Vesturvón.

Tvífaldi føroyameistarin frá 2005 og 2006 og fyrrverandi heimsmeistarin, John Havn, er harmur um, at hann ikki kann taka dystin upp av nýggjum nú føroyameistarakappingin aftur verður á Føroya Sjómannadøgum. John skal nevniliga umborð á flaka trolaran Vesturvón, sum roynir í Barentshavinum.

Skiparin væntar

Norðlýsið ringi til skiparan og var hansara meting, at manningin var farin við flogfari til Norra áðrenn sjómannadagarnir byrja.
– Vit rokna við at fara úr Føroyum miðskeiðis í viku 33 við flogfari. Enn er tað ikki heilt greitt enn, men væntandi er manningin farin til Noregs áðrenn sjómannadagarnir byrja, sigur Eyðun á Bergi, skipari umborð á Vesturvón.

John harmur

John er eitt sindur skuffaður um ikki at kunna taka dystin upp við Óláv Jacobsen, sum vann á honum í fjør. Spenningurin var nevniliga stórur eftir innleiðandi umfarið, sum John Havn vann við rímuliga góðari tíð, men í finaluni brúkti John meir enn tveir minuttir meir at egna somu nøgd av húkum, sum í innleiðandi umfarinum.
– Eg eri eitt sindur keddur av ikki at fáa møguleikan at dystast við Ólav og Martin í ár, men umstøðurnar forða fyri hesum. Fyrst av øllum eri eg keddur um, ikki at kunna vinna heiðurin aftur av reinum vinnarahuga; harnæst hevði eg gjarna viljað víst fyrrverandi og núverandi starvsfeløgum hvør dugur er í mær. Teir stinga meg jú í tíð og ótíð við, at eg ikki megnaði at vinna meistaraheiti á triðja sinni, sigur John Havn við einum skeivum smíli.

Misti heimsmeistaraheitið
Umframt at John ikki fær møguleika at møta til heimligu kappingina, so sleppur hann heldur ikki at dystast um at koma við í heimsmeistarakappingina, sum eisini verður hildin leygardagin á sjómannadøgunum. Vinnarin av føroysku kappingini vinnur sær eitt pláss í sjálvari heimsmeistarakappingini, ið sum kunnugt hevur ein luttakara frá Íslandi, Føroyum og núrverandi heimsmeistaran úr Norra.
– Tað er jú ikki bara føroyameistarakappingin,sum eg ikki kann luttaka í á hesum sinni. Harmiligt er, at eg ikki fái møguleika at møta núverandi heimsmeistaranum, sum eg tapti til síðsta summar í Norra. Ikki tí, at tað skal ljóða sum ein umbering, men eg meti, at eg hevði havt góðar møguleikar at vunnið á honum í Føroyum, tí línan, teymarnir og húkarnir eri soleiðis, sum eg eri vanur við. Tá eg tapti síðsta summar, var reiðskapurin heilt øðrvísi enn her heima. Hetta var sjálvandi ikki ein fyrimunur hjá mær. Tað skal tó sigast, at eg fekk møguleika at venja meg við umstøðurnar har. Hetta haldi eg eisini, at teir útlendsku luttakararnir eiga at fáa møguleika at venja seg við føroyska reiðskapin, áðrenn veruliga kappingin verður skotin í gongd.

Valdi trol framum húk
Í egningarumhvørvinum í Klaksvík ganga søgur, um at John Havn valdi trol framum húk, tí at hann ikki megnaði at endurvinna heitini. Uppá spurningin um tað ikki júst var tí at hann hansara stórheitstíð var við at fána, at hann fór við trolara, sigur John, at hann var farin við trolara, áðrenn hann misti heitini.
– Nei nei, soleiðis hongur tað ikki saman. Mínir trolaravinmenn hava leingi sagt við meg, at eg heldur skuldi fara við troli heldur enn at nýta húkin sum reiðskap. Í ávísan mun hevur hetta sjálvandi verið sagt í skemti, men tá eg so eftir ein innandura dyst í KÍ-høllini fekk spurningin, um eg vildi koma við Vesturvón, so kundi eg ikki annað enn siga ja takk. Nú havi eg verið við Vesturvón í nøkur á og mær dámar sera væl lívið umborð á trolara. So í staðin fyri at hagreiða línu, sum eg havi gjørt stóran part av mínum lívi, so eri eg nú farin at hagreiða trol – tað eri eg eisini heilt kvikur til, sigur tvífaldi fyrrverandi føroyameistarin og fyrrverandi heimsmeistarin í egning, John Havn.

Blandaðar kenslur
Sjálvt um summar er og sjómannadagarnir standa fyri framman so er John Havn hugaligur at fara í Barentshavið við Vesturvón.
– Hugaligur eri eg, men eg má viðganga, at tað er við blandaðum kenslum, tí eg vildi fegin kunnað vunnið á góða vini mínum Ólavi Jacobsen, sum eg í ávísan mun havi upplært í kynstrinum at handfara húkar, teymar og agn. Í so máta er tað ok, at eg í fjør tapti til hansara og ikki fái høvið at møta til kappingina í ár. Men men, hugurin hjá mær er stórur at vinna, sigur ein glaður undanfarin egningameistari.