Tá Jens Stoltenberg til heystar gerst NATO-aðalskrivari, so leggur hann samstundis frá sær sum formaður í Arbeiðaraflokkinum. Tann sum eftir øllum at døma skal vera leiðari í flokkinum tað fyrstu tíðina er fyrrverandi fiskimálaráðharrin Helga Pedersen. Hon kemur úr Finnmark, og hevur samiskar røtur og er uppvaksin í Sør-Varanger – so langt norður og eystur man næstan kann koma í Noregi. Hon var fiskimálaráðharri í Noregi frá 2005 til 2009. Nú situr hon á Stórtinginum og er í leiðsluni í flokkinum.
Tá Jens Stoltenberg til heystar gerst NATO-aðalskrivari, so leggur hann samstundis frá sær sum formaður í Arbeiðaraflokkinum.
Tann sum eftir øllum at døma skal vera leiðari í flokkinum tað fyrstu tíðina er fyrrverandi fiskimálaráðharrin Helga Pedersen. Hon kemur úr Finnmark, og hevur samiskar røtur og er uppvaksin í Sør-Varanger – so langt norður og eystur man næstan kann koma í Noregi. Hon var fiskimálaráðharri í Noregi frá 2005 til 2009. Nú situr hon á Stórtinginum og er í leiðsluni í flokkinum.
Men Helga Pedersen sleppur neyvan at vera forkvinna leingi. Hon er í dag næstleiðari í flokkinum, og tí tykist rættuliga sannlíkt, sambært finnmarken.no, at tað verður hon sum verður vald sum fyribils leiðari, tá Jens Stoltenberg leggur frá sær 14. juni, á eykalandsfundi í flokkinum.
Arbeiðaraflokkurin skal hava sín vanliga landsfund í 2015, og tá skal so nýggjur leiðari veljast fyri eitt nýtt tíðarskeið. Tað eru fleiri sum ynskja at Helga Pedersen skal standa á odda fyri flokkinum, tí hon umboðar útjaðarain, og er ikki so tengd at stórbýarmentanini í høvuðsstaðnum sum jens Stoltenberg og hansara partur av flokkinum.
Men Helga Pedersen hevur neyvan nokk av stuðlum til at vinna sær sessin meir enn frá juni til komandi vár.
Sjálv sigur Pedersen at hon trívist sum næstleiðari, og hevur ikki ætlanir um at stilla upp til formannssessin.
Tað sum í løtuni tykist mest sannlíkt er at fyrrverandi uttanríkisráðharrin – og heilsumálaráðharrin, Jonas Gahr Støre gerst leiðari í flokkinum á landsfundinum í 2015.
Jonas Gahr Støre hevur gott orð á sær, og hann hevur langar royndir í Arbeiðaraflokkinum – ikki fyrst og fremst sum politikkari, men sum ráðgevi. Han var millum annað ein av hollu stuðlunum og ráðgevunum hjá Gro Harlem Brundtland, bæði meðan hon sat sum forsætisráðharri og hann fylgdi við henni tá hon gjørdist leiðari í heimsheilsufelagsskapinum hjá ST, WHO.




