Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum vil hava lættari atgongd til fiskatilfeingið

Jákup Danielsen

Tað er onki undarligt í, at formaðurin í Fiskimannafelagnum (vegna sínar limir, rokni eg við), ger vart við at inntøkan hjá \”fiskimanninum/konuni\” ikki skal líða undir at tilfeingisgjøld verða ásett, men at fiskimenn skulu verða ímóti, at eisini onnur, herundir fiskimaðurin, skulu kunna fáa rættindi til tilfeingi, tað skilji eg ikki, skrivar Jákup Danielsen fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum, sum viðmerking til at formaðurin í Fiskimannafelagnum við nordlysid.fo segði at tilfeingisgjald er at ræna frá fiskimonnum.

Tað er onki undarligt í, at formaðurin í Fiskimannafelagnum (vegna sínar limir, rokni eg við), ger vart við at inntøkan hjá “fiskimanninum/konuni” ikki skal líða undir at tilfeingisgjøld verða ásett, men at fiskimenn skulu verða ímóti, at eisini onnur, herundir fiskimaðurin, skulu kunna fáa rættindi til tilfeingi, tað skilji eg ikki, skrivar Jákup Danielsen fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum, sum viðmerking til at formaðurin í Fiskimannafelagnum við nordlysid.fo segði at tilfeingisgjald er at ræna frá fiskimonnum.

Jákup Danielsen skrivar:

Í dag eru rættindi á fáum hondum og tað tykjiast sum um at tað vera færri og færri hendur, ið stýra allari fiskivinnuni. Hví skal tað ikki vera møguleiki at onnur sleppa framat enn tey sum longu stýra fiskivinnuni?
Tá man so ikki klárar at argumenterað fyri hvussu formaðurin og felagið so kundu hugsað sær at skipanin skal vera, so loypir man har sum garðurin er lægstur og leggur eftir øðrum løntakarum, í hesum førum øllum í almennum størvum. Sleingir út til høgru og vinstru og sigur m.a. at tað eru starvssett, sum lættliga tjena 100 t.kr. um “vikuna”, sum jú ikki passar. Ikki tí, at ein og hvør kann hava eina meining, um ov nógv eru starvssett í almenna sektorinum ella ikki, men lat meg undirstrikað, at hesi als ikki hava sett seg sjálvan í starv. Í øllum førum hava myndugleikar lýst eftir starvsfólkið, sum starvsfólkini hava søkt sítt starv eftir. Prísurin fyri at vera settur í starv er tað sum fakfeløgini hava ásett. Serliga leggi eg til merkis, at formaðurin í fiskimannafelagnum sigur, at tey í almennu størvum veita sær sjálvum viðurløg og pensjónir, sum onnur bert kunnu droyma um. Slíkt møsn og tvætl skal man leita leingi eftir. Úr mínum barnaheimi, sum er borin uppi av sjóvinnuni, skal eg bara siga tað, at tað er Fiskimannafelagnum sjálvt fyri at takka at fiskimaðurin hevur út av lagi vánalig pensjónsviðurskifti. Nú í nøkur ár eru nøkur oyru farin til eina “pensjónsskipan”, men felagið tvíhelt ár út og ár inn, um at tað almenna skuldi gjalda pensjónsskipanina hjá fiskimanninum, uttan at nakað sum helst úrslit kom burturúr hesum. Tí eru tey viðurskiftini, soleiðis sum tey eru. Onnur feløg sóu fyri nógvum árum týdningin av hesum og fingu limirnar at innsíggja tað. Eg eri fullgreiður yvir, at nú stendur aðalfundurin fyri durðum og fyri líkasum at reka í rætt, kemur formaðurin við boðskapinum, um at bjóða almenn størv út á hvørjum ári. Tað er so tað, men sigur eitt sindur um støðið. Eg rokni við at formaðurin hevur verið mismæltur ella skeivt endurgivin, tá hann sigur, at ávís útvald í almennum størvum uppfinna gjøld vm. Vit hava eina politiska skipan, har nøkur eru útvald at taka avgerðirnar og stýra hesum landinum. Kanska var tað tey formaðurin skal tosað við.