Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrrverandi KÍ miðvallarleikari verður høvuðsvenjari hjá HB

Jákup Ósá

HB hevur gjørt tvey ára sáttmála við nýggja høvuðsvenjaran.

HB heimasíðan váttar í morgun, at felagið hevur gjørt tvey ára sáttmála við Jan Christian Dam. Jan hevur drúgvar royndir sum leikari og var m.a. við til at vinna á Eysturríki í Landskrona á sinni. Í 1996 spældi hann á KÍ miðvøllinum, har hann eisini vísti síni góðu fótbóltsevnir.

Seinastu árini hevur Jan verið ein av undangongumonnunum fyri ungdómsfótbóltin í HB umframt, at hann hevur havt stóran leiklut í fótbóltsskúlanum hjá Tórshavnar Kommunuskúla. Tískil kann hugsast, at HB í størri mun fer at satsa uppá ungar leikarar úr egnum rekkum, nú felagið hevur valt at satsa uppá Jan.
Sáttmálin millum HB og Jan er galdandi fyri 2016 og 2017.