Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrrverandi KÍ-venjarin á vitjan heima í Stóra Bretlandi: Tony Paris umboðar Føroyar millum fótbóltsgigantarnar

Oliver Joensen

Hóast tað nú eru meira enn 3 ár, síðani hann seinast var í Føroyum og vandi KÍ, hevur Tony Paris á ongan hátt gloymt Føroyar. Stutt eftir ársskiftið var hann á vitjan heima í Onglandi, har hann millum annað nýtti høvið at greiða enska landsliðsvenjaranum, Sven Gøran Eriksson, og vinmanni sínum, Sir Bobby Robson, frá Føroyum og føroyskum fótbólti.

– Var tað fyri nøkrum árum síðan, so hevði ein enskur landsliðsvenjari svara: "Hvar eru Føroyar?!", um onkur hevði roynt at greitt viðkomandi frá landi tykkara!
– Men soleiðis er ikki longur – fótbólturin hevur væl og virðiliga sett á heimskortið!
Orðini eigur Tony Paris, fyrrverandi KÍ-venjari, sum í dag arbeiðir sum venjari í USA. Hann hevur júst hevur verið í heimlandi sínum Onglandi og vitja, har hann eisini hitti fleiri av størstu nøvnunum innan heimsfótbóltin.

Sven Gøran Eriksson
sýnir Føroyum áhuga.
Eitt tað størsta venjaranavnið í Stóra Bretlandi í dag og yvirhøvur í øllum heiminum er enski landsliðsvenjarin Sven Gøran Eriksson.
Tony Paris hitti enska landsliðsvenjaran í felagshølunum hjá Newcastle United eftir dystin ímóti West Ham, har hann var gestur hjá Sir Bobby Robson, ið er høvuðsvenjari hjá Newcastle og eisini fyrrverandi enskur landsliðsvenjari.
Umframt at tosa um niðurtúrin hjá Liverpool FC í seinastuni, um enska landsliðið og onnur fótbóltsevni, so nýtti Tony hetta høvið at greiða Sven Gøran Eriksson frá sínum virksemi í Føroyum og frá støðuni hjá føroyskum fótbólti yvirhøvur.
Tony greiðir frá, at enski landsliðsvenjarin hevði lagt ógvuliga væl til merkis tey stóru framstig, sum føroyingar hava gjørt við landsliðnum.

Tony er vinmaður
Sir Bobby Robson.
Ein tann størsti og kendasti venjarin í enskum fótbólti og víða kring knøttin er Sir Bobby Robson, sum fyri nøkrum árum síðan fekk heitið: "sir" frá ensku drotningini fyri framúr avrik og úrslit síni fyri enskan fótbólt.
Í yngri árum leikti Tony Paris millum annað fyri fótbóltsfelagið Ipswich Town, har Bobby tá var venjari, og hava teir báðir líka síðan tá varðveitt eitt gott og sterkt vinalag.
Hóast teir frá tíð til aðra tosa saman í telefon, so høvdu teir ikki sæð hvønn annan í nøkur ár, nú Bobby Robson beyð Tony at vitja, og hittust teir bæði áðrenn og aftan á dystin millum Newcastle og West Ham.
– Eg havi ikki hitt Bobby í nøkur ár nú, so tað var veruliga ein minnilig løta, tá vit sóu hvønn annan aftur, greiðir Tony frá.
– Vit tosaðu um dagarnar í Ipswich og hvussu nógv fótbóltsspælið er broytt.

Tosaðu eisini um
føroyska landsliðið.
Síðani 1999, tá hann seinast var venjari hjá KÍ, hevur Tony Paris sýnt føroyska landsliðnum stóran áhuga.
Tá ein tosar við hann, fellur prátið ofta inn á landsliðið, ið hann heldur hevur gjørt sera stór framstig. Tí er lítil ivi um, at Tony sjálvur hevur áhuga í starvinum, tá tað einaferð aftur verður leyst at søkja.
Tað kemur týðliga fram, at Tony setir Bobby Robson ógvuliga høgt sum ein vinmann, ið hann leitar ráðgeving og stuðul frá í fótbóltsspurningum.
Millum annað tosaðu teir báðir um føroyska landsliðið.

Hitti eisini
Brad Friedl.
Millum feløgini, sum Tony Paris hevur gott samband við, telist eisini enska stórfelagið Blackburn Rovers, har hann á ferðini eisini var gestur hjá felagnum.
Tony sá dystin millum Blackburn og Middlesborough, og varð aftaná av felagnum boðin inn at vera saman við báðum liðunum, har hann brúkti rúma tíð saman við leikarunum hjá báðum liðunum.
– Vegna størv míni innan fótbólt í USA hevði Brad Friedl mín serliga áhuga, greiðir Tony frá.
Brad Friedl, sum eru amerikumaður, er málmaður hjá Blackburn og amerikanska landsliðnum. Hann hevur fyrr vart málið hjá Liverpool FC.
– Hann er uttan nakran iva ein av teimumm bestu málmonnunum í ensku fótbóltskappingini um ikki í øllum heiminum, og hann hevur ikki latið viðgongdina gingið sær til høvdið!
– Tað var gott fyri meg at hyggja at og uppliva fótbóltin á hesum støðinum enn einaferð og at kunna skifta orð við professionellar leikarar um teirra metingar og meiningar, sigur fyrrverandi KÍ-venjarin, Tony Paris, sum í 1999 vann alt við KÍ.

Tony Paris
og Føroyar.
Enski landsliðsvenjarin hevur bjóðað Tony aftur til Onglands seinni í ár, tá hann fer at vera saman við enska landsliðnum, sum tá fer at venja saman. Á tí túrinum verður hann ætlandi einar 14 dagar í Newcastle sum gestur hjá Sir Bobby Robson.
Jú, eingin ivi er um, at Tony Paris er ein maður við nógvum og týðandi sambondum innan altjóða fótbólt, samstundis sum Føroyar og føroyskur fótbóltur standa hjarta hansara nær.
Tað er verri enn so altíð, at tey bæði tingini fylgjast at, og hann átti tí at verið ein maður, sum vit føroyingar gjørdu brúk av, tá og um høvi býðst til tað.
Norðlýsið takkar Tony Paris fyri samrøðuna og ynskir honum alt tað besta framyvir.

Harleyfacadeacryl